|
Uppgávur hjá Landsverki innan aling:
- gerð av kortum fyri aliøki og alistøðir - at tryggja, at fyrilit til sigling v.m. verða tikin, tá aliøki verða veitt - eftirlit við merking av sjógvalistøðum (saman við Fiskiveiðieftirlitinum) - hoyringarpartur í málum um veiting og broyting av aliloyvum og aliøkjum
Umsóknir um aliøki og broyting av aliøkjum skulu sendast til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.
Aðrir partar innan almennu alifyrisitingina:
Heilsufrøðiliga Starvsstovan - www.hfs.fo - veiting av aliloyvum og aliøkjum v.m. (umsiting av alilógini) - eftirlit við staðseting av alibrúkum (saman við Fiskiveiðieftirlitinum) - veteriner viðurskifti - matvøruviðurskifti
Umhvørvisstovan - www.us.fo - umhvørvisloyvi v.m.
Fiskiveiðieftirlitið - www.fve.fo - skrásetir brot á reglur um staðseting og merking av sjógvalistøðum
|