Landsverk hevur gjørt veðurmátingar síðan miðskeiðis í 80-árunum og aldumátingar síðan seinast í 70-árunum. Landsverk bjóðar eina røð av mátingum, sum nógvir ymiskir bólkar í samfelagnum dagliga gagnnýta. Royndirnar siga okkum, at veðurmátingar verða nýttar til mangt og hvat – tó fyrst og fremst í sambandi við trygd.
Ávaringar um veðrið kunnu fyribyrgja skaðum á sjógvi og landi. Kunning um nógvan vind ella hálku kann eitt nú forða fyri ferðsluvanlukkum, og upplýsingar um vind og aldumátingar hava stóran týdning fyri trygd og rakstur hjá bátum og skipum. Fjølmiðlar taka upplýsingar beinleiðis niður av heimasíðuni hjá Landsverki og kunngera tær fyri Føroya fólki.
Lesandi og granskarar kunnu eisini venda sær til Landsverk við fyrispurningum um søguligar dátur til teirra rannsóknir. Kommunur og byggivinna hava somuleiðis áhuga í upplýsingum, tá ið t.d. havnir, vindmyllur og bygningar skulu byggjast og viðlíkahaldast. Av og á verður Landsverk biðið um at seta veðurstøðir upp, har kannast skal, um ráðiligt er at byggja í ávísum øki.