Seinastu 30 árini hevur Landsverk arbeitt miðvíst við at bøta um trygdina hjá teimum ferðandi á landsvegunum. Tað er eitt nú gjørt við at merkja vegirnar, seta upp vegastokk, gera busslummar og gongubreytir og seta upp gøtuljós.
Føroyskir myndugleikar hava eftirlýst ein ferðslutrygdarpolitikk í Føroyum. RFF hevur tillagað svensku null-hugsjónina til føroysk viðurskiftir. Hon hevur sum mál, at eingin skal doyggja ella koma álvarsliga til skaða í ferðsluni. Null-hugsjónin er væl móttikin í Føroyum, og hon hevur longu havt stóra ávirkan á ferðslutrygdararbeiðið í landinum.
Landsverk hevur ein týðandi leiklut í fyribyrgjandi arbeiðnum.
Á hvørjum ári útgevur Landsverk ein bókling við ferðslukanningum, ferðsluteljingum, ferðmátingum og hagtølum yvir ferðsluóhapp á landsvegunum. Við støði í hesum hagtølum og mátingum, verður arbeitt víðari við ferðslutrygdararbeiðnum, tí út frá hesum kanningararbeiði ber ofta til at vísa á øki, sum hava tørv á dagføringum við trygdini.
Talan er um ábøtur og gerð av t.d.:
• Vegastokkum - verja fyri koyring út av vegnum
• Busslummum
• Vegamerkingum – strikur málaðar á vegin
• Vegaskeltum – vegleiða ferðsluna
Harumframt hevur Landsverk eina fráboðanartænastu, sum upplýsir koyrilíkindini um veturin á heimasíðuni. Sjávvirkandi telefonsvarara tlf. 340 802 svarar alt samdøgrið.
Trygdararbeiði hjá Landsverki fevnir harumframt um kavarudding á landsvegunum um veturin. Ein annar bóklingur gjørdur við hagtølum yvir nýtslu av salti/sandi móti hálku, ferðsluóhapp í vetrarhálvuni umframt nógvar aðrar skrásetingar.
Eisini hevur Landsverk í samráð við Brunaumsjón Landsins í 2007 gjørt ein faldara um trygd í tunlum. Hesin skal minna á og eggja til rætta atferð, tá ið koyrt verður í tunli. Faldarin kann heintast her.