Leita  
                                   
 
 

Vegir

Vegakervið er tilsamans 960 km til longdar. Av hesum eru 500 km kommunalir vegir og 460 km landsvegir. Flestallir landsvegir eru tvíbreytaðir og asfalteraðir.

Landsverk viðlíkaheldur landsvegirnar og stendur fyri vegabyggingini. Sum í londunum kring okkum, verður størsti parturin av byggingini nú útbjóðaður til privatar arbeiðstakarar.

Um veturin verða vegirnir ruddaðir fyri kava. Fólk frá Landsverki hava regluligt eftirlit við vegunum og boða frá koyrilíkindum á heimasíðuni og á tekstvarpinum hjá Sjónvarpi Føroya. Til ber eisini at ringja til sjálvvirkandi telefonsvararan telefon 340 802 og fáa hesar upplýsingar.

Landsvegirnir eru teir vegir, sum ganga millum býir og bygdir, og vegir, ið hava týdning fyri ferðslu millum oyggjarnar. Løgtingslóg um landsvegir frá 1972 §1 hevur hesa allýsing av landsvegum:

”Landsvegir eru bygdavegirnir og vegir frá bygd til bryggju ella brúgv, ið mest hevur týdning fyri samferðsluna oyggjanna millum, tey strekki, sum ganga gjøgnum bý ella størri bygd og eru veruligar býargøtur ella býargøtukend, tó undantikin. Gjøgnum bygd og millum grannabygdir kann bert ein vegur verða landsvegur.”

Triðja hvørt ár kunnger landsstýrið fullfíggjað yvirlit yvir landsvegirnar.