Lýsing Arbeiðið umfatar endurnýggjan av útsíðum og tekju á høvuðsbygninginum (B-bygninginum). Útsíðurnar skulu bjálvast við skúmglasbjálving. Nýggj klæðing skal uppsetast á stálgrind og øll vindeygu og hurðapartí skulu skiftast. Kjallaraveggir skulu eisini bjálvast og pussast. Takkonstruktión og takpapp skulu útskiftast til takdúk.
Støðan
Mai 2010: Í løtuni verður arbeitt við at skifta takið á Røntgendeildini. Harumframt verður uppsett koparklædningur á fasadur á hæddunum B1 og B2.
Tað samlaða arbeiði verður liðugt um hálvan juni 2010.