11-04-2024
Kunningar- og dialogfundur um verkætlanartyssið hjá Landsverki
Mynd: HLNA
Vit bjóða ráðgevarafyritøkum, byggifyritøkum og veitarum innan byggi- og anleggsøkið til kunningar- og dialogfund um verkætlanartyssið hjá Landsverki innan bygningar og anlegg.

Talan er um afturvendandi tiltak frá mai 2023, tó hesaferð ráðgevarafyritøkur og byggifyritøkur samstundis.

Á fundinum fara vit at greiða frá verkætlanum, ið eru í umbúna ella undir fyrireiking uppá stytri og longri sikt, bæði innan bygningar og anlegg, umframt innan orkuskifti.

Fundurin verður mikudagin 24. apríl kl. 14.30-16.00 á skrivstovuni hjá Landsverki, Yviri við Strond 17 í Havn.  

Ikki er neyðugt við tilmelding, men vit frætta fegin um tit koma. Sendið boð til Marjuna Eysturoy, fulltrúa á maey@lv.fo ella fartelefon 290 851.

Úrslit: