Vavið og ávirkanin av eini bygging á umhvørvið verður skipað við atliti at:
Ásetingin lýsir viðurskiftini, sum eru galdandi fyri kap. 2, bæði í sambandi við byggirættin (kap. 2.2) og heildarmetingina (kap. 2.3).
Kommunali byggimyndugleikin kann í byggiloyvinum áseta treytir viðvíkjandi byggiregulerandi viðurskiftum.
Munandi umhvørvisbroytandi nýbygging ella umbygging krevur, at ein serstøk byggisamtykt verður gjørd fyri økið.
Útrokning av byggiregulerandi viðurskiftunum skulu gerast sbrt. útrokningarreglunum í skjali 1A.
Ásetingarnar í kap. 2 eru ikki galdandi, um almenn byggisamtykt, serstøk byggisamtykt eftir løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir ásetir aðrar ásetingar um avvarðandi viðurskifti.
Vísast kann til § 5, stk. 2 og § 6, stk. 2 í byggilógini.
Útrokningarreglurnar sbrt. skjali 1A kunnu ikki broytast við almennari byggisamtykt ella serstakari byggisamtykt.