Í sambandi við útstykking, matrikulering ella marknaðumskipan verður støddin á grundøkjunum ásett sbrt. krøvunum í kap. 2.3.1 og kap. 2.3.2, stk. 2.
Tó verður víst til kap. 2.2.2, sum sigur, at kommunali byggimyndugleikin ikki kann nokta at góðkenna grundøkir, ið eru í minsta lagi 500 m² til støddar til vanlig einbýlishús og frítíðarhús í frítíðarhúsaøkjum.
Í sambandi við planering og uppfylling av grundøkjum verður víst til kap. 2.3.4, stk. 3.
Grundøkjastødd skal ásetast út frá eini heildarmeting, herundir um lutfallið millum møguliga verandi bygging og grundøkjastøddina ger bygging og nýtslu av ognini møguliga í samsvari við krøvini í kap. 2.3-2.4, ger vegatkomu møguliga og tryggjar, at óbygdu økini lúka krøvini í hesum kapitli.
Í sambandi við áseting av grundøkjastødd er tað lógligt at leggja dent á atlitini, sum nevnd eru í kap. 2.3, herundir sundurbýtingarføri, soleiðis at framhaldandi lóglig nýtsla av ognini er møgulig.
Kommunali byggimyndugleikin kann á sama hátt nokta at góðkenna grundøkjastøddina, sum, tá ið sundurbýtið fer fram, ikki lýkur ásetingarnar fyri ábygging, tí byggiregulerandi krøvini til óbygd øki ikki verða vird, íroknað atkoma til ognina og fráleikaásetingar, so sum lutfallið millum hædd á byggingini og fráleikin til grannabygging.