Seinast dagført: 01-01-2017

2.3.3 Fráleikaviðurskifti

Stk. 1 Áseting

Í sambandi við útstykking, matrikulering ella marknaðumskipan verður støddin á grund­økjunum ásett sbrt. krøvunum í kap. 2.3.1 og kap. 2.3.2, stk. 2.

(2.3.2, stk. 1) Vegleiðing

Fráleikar, ásettir sbrt. stk. 1, skulu tryggja, at lutfallið millum hædd á bygging og fráleika til veg, gøtu og mark er nøktandi sbrt. kap. 2.3.4.

Í skjali 1A verða reglurnar fyri útrokning av fráleikaviðurskiftunum lýstar. Gjørt verður eisini vart við brunaligu fráleikarnar í kap. 5, Brunaviðurskifti.
 

Stk. 2 Áseting

Við áseting av fráleikunum sbrt. stk. 1 skal annars tryggjast, at:

  1. Takvatn verður hildið á egnum grundøki.
     
  2. Vindeygu, altanir o.tíl. ikki hava við sær, at grannar í ov stóran mun síggja inn til hvønn annan. Ásetingin er bæði galdandi fyri aðra bygging á sama grundøki og bygging á grannagrundøki.

Stk. 3 Áseting

Er eitt øki í høvuðsheitum bygt við tættari bygging, ið er sermerkt av, at byggingin er bygd út í mark, kann kommunali byggimyndugleikin krevja, at nýggj bygging skal fremjast í veg- ella byggilinjuni og byggjast út í mark ímóti granna­økjunum.