Seinast dagført: 01-01-2017

2.4.2 Parkeringsøkir

Stk. 1 Áseting

Nóg nógv parkeringspláss skulu gerast, soleiðis at íbúgvar, starvsfólk, vitjandi, kundar, útvegarar o.o. kunnu parkera bilar, motorsúkklur, prutl, súkklur o.a. í økinum, sum hoyrir til byggingina.

Stk. 2 Áseting

Víddin á parkeringsøkinum í mun til grundøkið, og nær tað skal gerast, verður ásett av ­kommunala byggimyndugleikanum og skal lýsast í byggiloyvinum.

(2.6.2, stk. 2) Vegleiðing

Sum vegleiðandi kann niðanfyri nevnda nýtast í metingini av, hvussu nógv parkeringspláss eiga at gerast:

Bústaðir:

  • Einbýlishús: í minsta lagi 2,0 pláss pr. hús.
     
  • Eyka íbúð í einbýlishúsum: 1,0 pláss.
     
  • Dupulthús og raðhús: í minsta lagi 2,0 pláss pr. húsaeind, harav 1,0 kann vera á felags parkeringsøki.
     
  • Íbúðarbygging: í minsta lagi 1,0 pláss pr. 75 m² íbúð á felags parkeringsøki.
     
  • Studentagarðar og ungdómsíbúðir: í minsta lagi 0,5 pláss pr. íbúðareind á felags parkeringsøki.
     
  • Íbúðir til eldri: í minsta lagi 1,5 pláss pr. íbúðareind, sum kann vera á felags parkeringsøki.
     
  • Stovnar sum ellisheim, barnagarðar o.a.: í minsta lagi 1,0 pláss pr. 50 m² húsavídd.
     
  • Summarhús: í minsta lagi 2,0 pláss pr. hús.
     

Vinnu- og virkisbygningar:

  • Matstovur, biografar, samkomuhús og onnur hús, har nógv fólk koma saman: í minsta lagi 1,0 pláss pr. 25 m² húsavídd.
     
  • Hotell o.tíl.: í minsta lagi 1,0 pláss pr. kamar.
     
  • Skúlar til børn: í minsta lagi 1,0 pláss pr. 60 m² húsavídd.
     
  • Skúlar til vaksin: í minsta lagi 1,0 pláss pr. 25 m² húsavídd.
     
  • Virkisbygningar (handverk o.a.): 1,0 pláss pr. 50 m² húsavídd.
     
  • Skrivstovur: 1,0 pláss pr. 30 m² húsavídd.
     
  • Goymslur: 1,0 pláss pr. 60 m² húsavídd.
     
  • Matvøruhandlar og handilsmiðstøðir: 1,0 pláss pr. 25 m² húsavídd fyri teir fyrstu 2500 m² og 1,0 pláss pr. 50 m² húsavídd fyri víddina omanfyri 2500m².
     
  • Aðrir handlar: 1,0 pláss pr. 30 m² húsavídd.

    Fyri bygningar, sum ikki eru nevndir í yvirlitinum, verður mett út frá nýtsluni.

    Í sambandi við umvæling, umbygging, afturatbygging umframt broyting í nýtslu av bygningum er ikki altíð møguligt at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, og tá skulu tillagingar gerast.

Stk. 3 Áseting

Tá parkeringsøkini verða gjørd, skal eitt hóskandi tal av parkeringsplássum gerast til fólk við rørslutarni. Kravið fevnir ikki um einbýlishús og frítíðarhús í frítíðarhúsaøkjum.

(2.6.2, stk. 3) Vegleiðing

Parkeringspláss til fólk við rørslutarni eru 3,5 m x 5 m til støddar, og eiga at vera so nær innganginum sum gjørligt, og verða gjørd við fastari og javnari álegging. Í minsta lagi eitt parkeringspláss til fólk við rørslutarni eigur at vera 4,5 m x 8 m til støddar. Um hæddarmunur er við atkomuna frá parkerings­økinum til annað øki, eigur kantur ikki at vera hægri enn 2,5 cm.

Myndin niðanfyri lýsir stødd á parkeringplássi til fólk við rørslutarni og mest loyvda hæddarmuni á lendinum.

„DS-håndbog 105, Udearealer for alle – Anvisning for planlægning og indretning med henblik på handicappedes færden“ fevnir um vegleiðingar um tilevning av tí fysiska umhvørvinum við tí í hyggju at geva fólki við rørslutarni størri frælsi, rásarúm og trygd. Vísast kann eisini til „Færdselsarealer for alle“ frá danska Vejdirektoratinum.

Sum vegleiðandi kann niðanfyri nevnda talva nýtast í metingini av, hvussu nógv parkeringspláss til fólk við rørslutarni skulu gerast: