Seinast dagført: 01-01-2017

3.2.2 Felags atkomuleiðir

Stk. 1Áseting

Felags atkomuleiðir skulu vera nóg breiðar til ætlaðu nýtsluna, skulu kunna nýtast ótarnaðar í fullari breidd og skulu vera eyðkendar í tilfari, litum ella ljósi. Fría breiddin skal í minsta lagi vera 1,3 m.

(3.2.2, stk. 1) Vegleiðing

Felags atkomuleiðir leiða til tveir ella fleiri bústaðir, skrivstovur, fundarhøli ella aðrar bygningseindir og fevna um dur, forrúm, gongir, altangongir, rampur, pallar og pláss framman fyri lyftum – bæði í og uttan fyri bygningin, íroknað uttandura atkomuøki til kjallara.

Flestu felags atkomuleiðir eru eisini rýmingarleiðir og skulu tí eisini lúka ásetingarnar um rýmingarleiðir í kap. 5, Brunaviðurskifti.
Víst verður til kap. 3.3.4, stk. 1, tá talan er um ­breiddir av gangum o.s.fr. í einbýlishúsum, tvíhúsum o.tíl.

Stk. 2Áseting

Frá felags atkomuleiðum skal vera atgongd uttan hæddarmun til allar bygningseindir á øllum hæddum í bygninginum.

(3.2.2, stk. 2)Vegleiðing

Ásetingin fevnir um atgongd uttan hæddarmun til lyftur, bústaðar- og vinnueindir og felagsøki, íroknað tilhaldsøki uttandura á hæddunum.

Altanir verða roknaðar sum sjálvstøðug bygnings­eind.

Takterassur eru ikki fevndar av ásetingini, um so er, at tað ikki er atkomuligt við lyftu.

Hæddarmunir á alment atkomuligum eindum eiga at verða útjavnaðir við rampum, lyftum ella líknandi.

Stk. 3Áseting

Hæddarmunir til felags atkomuleiðir skulu útjavnast við rampum.

Rampur skulu vera við halli á í mesta lagi 1:20, og vera í minsta lagi 1,3 m breiðar. Eitt vatnrætt øki á í minsta lagi 1,3 m x 1,3 m skal vera við báðar endarnar á rampuni.

Rampur, sum eru longri enn 10 m, skulu fyri hvørjar 10 m hava vatnrættan hvíldarstað, sum er í minsta lagi 1,3 m x 1,3 m til støddar.

Rampur skulu hava handlista ella gelendara. Hetta er tó ikki galdandi, um hallið á rampuni er 1:25 (40 mm pr. m) ella minni

(3.2.2, stk. 3)Vegleiðing

Rampur skulu, har tað er neyðugt, hava hjólverjur á báðum síðum. Hjólverjurnar skulu vera í minsta lagi 20 cm høgar. Víst verður til kap. 3.2.3, stk. 1.

Er hæddarmunurin meira enn 0,5 m, eigur trappa eisini at vera.

Fleiri rampur í somu gonguleið eru at rokna sum ein rampa, um tær eru natúrliga samanhangandi.

Stk. 4Áseting

Trappur í felags atkomuleiðum skulu gerast nóg breiðar og við loftshædd, sum svarar til ætlaðu nýtsluna.

(3.2.2, stk. 4) Vegleiðing

Kravið kann lúkast við, at fría breiddin á trappuni er í minsta lagi 1,0 m, og fría loftshæddin er í minsta lagi 2,1 m.

Um fáir brúkarar eru, t.d. í einbýlishúsum og tvíhúsum, kann kravið lúkast við einari fríari breidd á í minsta lagi 0,9 m. Um nógvir brúkarar eru, eigur breiddin at økjast samsvarandi.

Fría loftshæddin verður máld yvir gongulinjuna.

Tann fría breiddin verður máld vatnrætt millum handlistarnar ella – har sum handlistar bara eru øðrumegin – millum vegg, stólpa o.tíl. og handlista.

Hugtøkini gongulinja, grund og uppstig verða lýst í „DS1107, Terminologi for trapper“.

Stk. 5Áseting

Trappur í felags atkomuleiðum skulu hava eitt hall (grund og uppstig), sum ger tær lættar og tryggar at ganga á.

Uppstig á trappum má í mesta lagi vera 180 mm.

Grundin á beinum trappum og kvart- og hálvsneiddum trappum má ikki vera minni enn 280 mm, í bústaðarbygningum tó ikki minni enn 250 mm. Grundin á snyrilstrappum og snúður­trappum má ikki vera minni enn 200 mm.

(3.2.2, stk. 5) Vegleiðing

Grundin verður máld í gongulinjuni mitt í fríu breiddini í trappuni, tó hægst 0,5 m frá tí innara handlistanum.

Trappur eiga at verða gjørdar við somu grund og sama uppstigi í allari trappugongini.

Trappur við minni halli (lægri uppstigi og djúpari grund) enn tey ásettu krøvini, eru lættari og tryggari at ganga á.

Eru nógvir brúkarar t.d. í fyritøkum, almennum ­bygningum og stovnum, eigur hallið á trappuni at vera minni enn tað, sum kravið ásetur. Leiðreglan fyri eina góða innandura trappu kann nýtast:

1 grund + 2 uppstig = 610 – 630 mm.

Um leiðreglan verður fylgd, kann t.d. ein grund á 320 mm og eitt uppstig á 150 mm viðmælast.

Innanhýsis trappur í vanligum búeindum eiga at verða gjørdar eftir leiðreglunum omanfyri.

Trappur eiga at hava stoyttrin, og trinforkanturin ­eigur at vera frámerktur við liti, ið brýtur frá. Sí tekning niðanfyri.

Stk. 6Áseting

Í bygningum við 3 hæddum ella meira skal í minsta lagi ein sjálvvirkandi lyfta (type 2), sum røkkur øllum hæddum, íroknað møguliga lofts- og kjallarahædd, vera.

(3.2.2, stk. 6) Vegleiðing

Í bygningi við tveimum hæddum skal tað vera atkomuligt fyri øll til tær hæddir, sum eru ætlaðar almenninginum.

Lofts- og kjallarahædd, sum ikki eru ætlaðar almenni­nginum, verða ikki roknaðar sum hæddir, tá ið talið av hæddum verður gjørt upp í sambandi við, um lyfta eigur at vera í bygninginum. Tó skal møguleiki vera fyri at gera lyftu til allar hæddirnar, sum kunnu innrættast til almenna nýtslu.

Stk. 7Áseting

Lyfta sbrt. kap. 3.2.2, stk. 6 skal vera týpa 2 lyfta í samsvari við „DS/EN 81-70, Sikkerhedsregler for konstruktion og installation af elevatorer - Særlige anvendelser for passager- og godselevatorer - Del 70: Tilgængelighed til elevatorer for personer, inklusive personer med handicap“.

(3.2.2, stk. 7) Vegleiðing

Vísast kann til kunngerð um Lyftur (elevatorar).

Týpa 2 lyfta eigur at vera sbrt. vegleiðingini hjá SBi, „Tjekliste for elevatorer“, sum er at finna á, http://www.sbi.dk/tilgaengelighed/tjeklister/elevatorer.

Við umbygging kunnu minni lyftur enn tær, sum her eru nevndar, nýtast íroknað minilyftur, tá ið umbyggingararbeiðið, sbrt. kommunala byggi­myndugleikanum, annars ikki kann fremjast, uttan at víðfevndar broytingar verða gjørdar í bygninginum, sbrt. kap. 3.1, stk. 2.

Víst verður somuleiðis til kap. 8, Innleggingar, um innseting av lyftuútbúnaði.