Seinast dagført: 01-01-2017

4.3 Glaspartí, glasflatur og glaskonstruktiónir

Stk. 1Áseting

Glaspartí, glasflatur og glaskonstruktiónir skulu gerast og dimensjónerast soleiðis, at tað fáast trygdarliga nøktandi umstøður ímóti persónskaðum.

(4.3, stk. 1)Vegleiðing

Ásetingin fevnir um gerð og dimensjónering av glasi á tøkum, veggjum, framsíðum, hurðum, vindeygum, verjum o.ø.

Glaspartí á veggjum, glashurðar og glaspartí við hurðar eiga at verða merkt ella avbyrgd, soleiðis at merkingin sæst væl og er týðilig fyri øllum, eisini sjónveikum. Vísast kann til ”SBI-anvisning 230, ­Anvisning om bygningsreglement 2010, afsnit 4.3”.

Um verja verður nýtt í samband við glaspartí til trygging av persónsskaðum, eiga verjurnar at verða gjørdar sbrt. ásetingunum í kap. 3, Innrætting av bygningum.

Vísast kann harafturat til ”DS/INF 119, Bygningsglas – Retningslinier for valg og anvendelse af sikkerheds­glas – Personsikkerhed”.