Seinast dagført: 01-01-2017

6.2 Termiskt inniumhvørvi

Stk. 1 Áseting

Við atliti at virkseminum í rúmunum skulu bygningar byggjast soleiðis, at heilsuligur nøktandi hiti er í teimum rúmum í bygningunum, sum eru ætlað fólki at halda til í.

(6.2, stk. 1) Vegleiðing

Termiska inniumhvørvið verður ásett av hitanum í luftini og á yvirflatum, luftferðini og luftmeldrinum og í minni mun av vætuni í luftini. Termiski høgleikin (komfortin) kann ásetast út frá virkseminum í ­rúminum, og hvussu fólk eru ílatin.

Virkiskrøv og mannagongdir fyri útgreiningum, váttan og eftirlit við ter-miska inniumhvørvinum eru at finna í ”DS 474, Norm for specifikation af termisk indeklima”.

Haraftrat kann vísast til ”DS/EN ISO 7730 Ergonomi inden for termisk miljø - Analytisk bestemmelse og fortolkning af termisk komfort ved beregning af PMV- og PPD-indekser og lokale termiske komfortkriterier”.