Seinast dagført: 01-01-2017

6.3.1.2 Bústaðarbygningar

Stk. 1Áseting

Í øllum búrúmum og í bústaðnum sum heild skal vera ein útiluftstilflutningur á í minsta lagi 0,3 l/s pr. m² av upphitaðari hæddarvídd.
 

(6.3.1.2, stk. 1)Vegleiðing

Í sambandi við útrokning av neyðuga útiluftstil­flutninginum verður víddin roknað sum samlaða brutto hæddarvíddin.

Kjallarar skulu somuleiðis gerast við luftskifti.

Stk. 2Áseting

Køkar skulu vera útgjørdir við roykhettu við mekaniskari útsúgving yvir komfýrinum. Roykhettan skal hava mekaniska útsúgving, sum kann stillast, og útluftingin skal vera beint út í fríska luft. Roykhettan skal hava nóg stórt virkni til at beina burtur royk og dálkaða luft, sum stendst av matgerð.

(6.3.1.2, stk. 2)Vegleiðing

Kókiplátur kunnu t.d. vera el- ella gasupphitaðar og innbygdar í komfýrar.

Stk. 3Áseting

Dagliga luftskiftið í bústaðareindum skal útvegast við luftskiftisútbúnaði, sum hevur hitaendurnýtslu við innblásing í búrúm og útsúgving í baði­rúmum, vesirúmum, køkum og vásakøkum.

Um summarið kann natúrligt luftskifti umvegis vindeygu, luftskiftisop og líknandi brúkast í staðin fyri mekaniskan luftskiftisútbúnað.

(6.3.1.2, stk. 3)Vegleiðing

Um summarið kann verða neyðugt við meira luftskifti fyri at sleppa av við yvirskotshitan. Í hesum sambandinum kann natúrlig, mekaniskt ella samansett luftskifti nýtast.

Stk. 4Áseting

Luftskiftið í køki, baðirúmi, vesirúmi, vásakøki o.tíl. rúmum skal kunna økjast í minsta lagi til niðanfyri nevnt:

Í køki skal ein luftnøgd á í minsta lagi 20 l/s súgvast út og í baði- /vesirúmi ein luftnøgd á í minsta lagi 15 l/s. Í vesirúmum uttan bað, vásakøkum og kjallararúmum skal ein luftnøgd á í minsta lagi 10 l/s súgvast út.

(6.3.1.2, stk. 4)Vegleiðing

Tann økta luftnøgdin, sum her verður kravd, vil ofta hava við sær, at eitt størri samlað luftskifti verður kravt í bústaðnum enn tað dagliga luftskiftið á 0,3 l/s pr. m².

Stk. 5Áseting

Tørvstillagað luftskifti kann nýtast treytað av, at tilførslan av útiluft harvið ikki verður lægri enn 0,3 l/s pr. m².

(6.3.1.2, stk. 5)Vegleiðing

Tørvstillagað luftskifti merkir vanliga tillagan eftir vætuviðurskiftunum.

Tørvstillagað luftskifti kann eisini vera ein roykhetta, stýrd við hond. Útsúgving frá baðirúmum og vesi­rúmum eigur altíð at vera í minsta lagi 10 l/s.

Stk. 6Áseting

Einbýlishús kunnu skifta luftina við natúrligum luftskifti. Fyri einbýlishús við natúrligum luftskifti eru stk. 1, 2 og 4 somuleiðis galdandi.

(6.3.1.2, stk. 6)Vegleiðing

Við einbýlishús skilst hús við einum bústaði, íroknað tvíhús, raðhús, bólkahús, ketuhús o.o., har ið bústaðirnir eru atskildir við loddrøttum íbúðar­skilnaði.

Við natúrligt luftskifti skilst, at luft verður flutt inn gjøgnum ventilar í útveggjum og beind burtur við natúrligum uppráki gjøgnum útluftingarrør frá køki og baði-/vesirúmi, ført yvir tak.

Í sambandi við natúrligt luftskifti frá rúmum á fleiri hæddum eigur at tryggjast, at ovaru hæddirnar ikki verða ávirkaðar av upprákinum frá niðaru hæddunum.

Virkiskrøvini til luftskifti í rúmum við vanligari rúmhædd eru roknað at vera lokin, tá ið luft­skiftið í rúmunum er sum niðanfyri:

Tilhaldsrúm
Tilflutt útiluft:
Umvegis vindeyga, sum kann latast upp, lúku ella úthurð. Ein ella fleiri útiluftventilar við fríum opi, sum tilsamans eru á í minsta lagi 60 cm² pr. 25 m² gólvvídd. Víddin á opinum út í fríska luft kann møguliga ásetast við støði í eini luftskiftistøkniligari útrokning.

Køkar
Tilflutt luft:
Umvegis op á í minsta lagi 100 cm² móti atkomu­rúmi, umframt vindeyga, sum kann latast upp, lúku ella úthurð.

Bað og vesi í sama rúmi
Tilflutt luft:
Umvegis op á í minsta lagi 100 cm² móti atkomu­rúmi.

Harafturat – um rúmið er móti útveggi – vindeyga, ið kann latast upp, lúku ella úthurð.

Burturflytan av inniluft:

Umvegis útluftingarrør við tvørvídd á í minsta lagi 200 cm².

Kjallararúm
Tilflytan av útiluft gjøgnum ein ella fleiri útilufts­ventilar.

Burturflytan av inniluft úr minst einum kjallararúmi við útluftingarrøri við tvørvídd á í minsta lagi 200 cm²

Stk. 7Áseting

Fyri onnur rúm enn tey, sum eru nevnd í stk. 1-6, skal dimensjóneringin av luftskiftinum góð­kennast av kommunala byggimyndugleikanum við atliti at, hvussu stórt rúmið er, og hvat tað verður nýtt til.

(6.3.1.2, stk. 7)Vegleiðing

Við onnur rúm skilst vaski- og turkirúm, sauna, lyftur, bilhús o.tíl.