Seinast dagført: 01-01-2017

6.4.3 Aðrir bygningar enn bústaðir o.a.

Stk. 1Áseting

Bygningar og innleggingar skulu gerast soleiðis, at nervandi ljóð frá rúmum uppat, frá innleggingum og frá vegum nærhendis, verður avmarkað. Hetta skal gerast í tann mun, sum ætlaða nýtslan av bygningunum krevur, og soleiðis at tey, sum eru í bygningunum, ikki verða nervað av ljóðinum.
 

(6.4.3, stk. 1) Vegleiðing

Aðrir bygningar enn bústaðir fevnir í hesum sambandi m.a. um undirvísingarbygningar, ­dagstovnabygningar o.tíl.

Undirvísingarbygningar fevna um skúlar og útbúgvingar­stovnar.

Dagstovnabygningar fevna í hesum kapitli um barnaansingarstovnar, frítíðarskúlar o.tíl.

Undirvísingarbygningar:
Virkiskravið fyri undirvísingarbygningar verður roknað at vera lokið, tá ið tað verður útint í samsvari við hesi virði:

Luftljóðbjálving, R’w

Millum undirvísingarrúm og millum undirvísingarrúm og felagsrúm, vatnrætt ≥ 48 dB.

Millum undirvísingarrúm og millum undirvísingarrúm og felagsrúm, loddrætt ≥ 51 dB.

Millum undirvísingarrúm við hurðarsambandi ­(samlað ljóðbjálving fyri vegg við hurð, faldi- og flytivegg ella glaspartíir o.tíl.) ≥ 44 dB.

Millum undirvísingarrúm og felagsrúm við hurðarsambandi (samlað ljóðbjálving fyri vegg við hurð, faldi- og flytivegg ella glaspartíir o.tíl.)  ≥ 36 dB.

Fyri broytiligar rúmskiljingar í opnum undir­vísingarøkjum ≥ 20 dB.

Millum undirvísingarrúm til smíð og onnur undir­vísingarrúm ella felagsrúm ≥ 60 dB.

Millum undirvísingarrúm til smíð og felagsrúm við hurðarsambandi (samlað ljóðbjálving fyri vegg við hurð, faldi- og flytivegg ella glaspartíir o.tíl.)  ≥ 44 dB.

Millum undirvísingarrúm til sang og tónleik og millum undirvísingarrúm til sang og tónleik og onnur undirvísingarrúm ella felagsrúm ≥ 65 dB.

Millum undirvísingarrúm til sang og tónleik við hurðarsambandi (samlað ljóðbjálving fyri vegg við hurð) ≥ 55 dB.

Millum undirvísingarrúm til sang og tónleik og felagsrúm við hurðarsambandi (samlað ljóðbjálving fyri vegg við hurð) ≥ 50 dB.

Trinljóðstig, L’n,w
Í undirvísingarrúmum ≤ 58 dB.

Í undirvísingarrúmum frá gólvi og skilagólvi ­mótvegis undirvísingarrúmum til smíð ella sang og tónleik ≤ 53 dB.

Óljóðsstig
Í undirvísingarrúmum frá tøkniligum innleggingum ≤ 30 dB.

Í undirvísingarrúmum frá ferðslu ≤ 33 dB.

Dagstovnar:
Virkiskravið fyri dagstovnar verður roknað at vera lokið, tá ið tað verður útint í samsvari við hesi virði:

Luftljóðsbjálving, R’w
Millum tilhaldsrúm fyri stilt og/ella larmandi virksemi og millum hesi rúm og onnur rúm ≥ 48 dB.

Millum tilhaldsrúm fyri stilt og/ella larmandi virksemi og onnur rúm við hurðarsambandi (samlað ljóð­bjálving fyri vegg við hurð o.tíl.) ≥ 40 dB.

Millum tilhaldsrúm og millum tilhaldsrúm og onnur rúm ≥ 40 dB.

Millum tilhaldsrúm við hurðarsambandi og millum tilhaldsrúm og onnur rúm við hurðarsambandi ­(samlað ljóðbjálving fyri vegg við hurð o.tíl.) ≥ 30 dB.

Trinljóðstig, L’n,w
Í tilhaldsrúmum (frá gólvi í rúmum uppiyvir) og í tilhaldsrúmum fyri stilt virksemi (frá øllum gólvum) ≤ 58 dB.

Í tilhaldsrúmum (frá gólvi í rúmum á somu hædd) ≤ 63 dB.

Óljóðsstig L’n,w
Í tilhaldsrúmum frá tøkniligum innleggingum ≤ 30 dB.

Í tilhaldsrúmum frá ferðslu ≤ 33 dB.

Vísast kann til ”SBi anvisning 218, Lydforhold i undervisnings- og daginstitutionsbygninger – Lydbestemmelser og anbefalinger”.

Fyri bygningar til onnur endamál enn teir ­omanfyri nevndu:
Fyri bygningar til onnur endamál enn teir omanfyri nevndu eiga í hvørjum einstøkum føri at verða settar serstakar ljóðásetingar fyri verkætlanina, soleiðis at krøvini til akustiska inniumhvørvið verða lokin.

Óljóðsstigið innandura á skrivstovum frá virkjum í sama bygningi er fevnt av teimum vegleiðandi markvirðunum í ”Tabel III í Miljøstyrelsens Vej­ledning nr. 5/1984”.

Uppskot um markvirði fyri lágfrekvent óljóð og infraljóð í tilhaldsrúmum og skrivstovum eru at finna í ”Orientering fra Miljøstyrelsen nr. 9/1997”.

Stk. 2Áseting

Liggja rúm við serliga nervandi óljóði uppat undirvísingarrúmum ella tilhaldsrúmum, skulu serlig ljóðbjálvandi tiltøk gerast.

(6.4.3, stk. 2)Vegleiðing

Virkiskravið fyri undirvísingar- ella tilhaldsrúm í dagstovnum í bygningum, har tað í sama bygningi ella í bygninginum uppat, eru rúm við larmandi virksemi úr vinnueindum ella øðrum undir­­­­­­­­­­vísingar- ella dagstovnum, verður roknað at vera lokið, tá ið ­bygningurin verður gjørdur í samsvari við ”Energi­styrelsens Vejledning om lydbestemmelser i Bygnings­reglementet 2010 (Aukustisk Indeklima)”.

Stk. 3Áseting

Eftirljómstíðin í rúmum í bygningum skal vera tillagað nýtsluni.

(6.4.3, stk. 3)Vegleiðing

Vísast kann til ”SBi anvisning 218, Lydforhold i undervisnings- og daginstitutionsbygninger - lydbestemmelser og anbefalinger”.

Fyri bygningar til onnur endamál, so sum skrivstovubygningar, sjúkrahús, læknahús og viðgerðarstovur, eiga í hvørjum einstøkum føri at verða settar serstakar ljóðásetingar fyri verkætlanina, soleiðis at krøvini til akustiska inniumhvørvið verða lokin.

Undirvísingarbygningar:
Virkiskravið fyri undirvísingarbygningar verður roknað at vera lokið, tá ið tað verður útint í samsvari við hesi virði:
 

Eftirljómstíð, T
Flokshøli ≤ 0,6 s.

Undirvísingarrúm til smíð ≤ 0,6 s.

Undirvísingarrúm til sang og tónleik minni enn 250 m³ (kórsangur og akustiskur tónleikur) ≤ 1,1 s.

Undirvísingarrúm til sang og tónleik, minni enn 250 m³ (styrkt við ravmagni) ≤ 0,6 s.

Fimleikahallir minni enn 3500 m³ ≤ 1,6 s.

Fimleika- og ítróttarhallir størri enn 3500 m³ ≤ 1,8 s.

Svimjihallir minni enn 1500 m³ ≤ 2,0 s.

Svimjihallir størri enn 1500 m³ ≤ 2,3 s.

Felagsrúm og felagsgangir, sum verða nýtt til bólkaarbeiði og tílíkt ≤ 0,4 s.

Felagsgangir, sum ikki verða nýttar til bólkaarbeiði og tílíkt ≤ 0,9 s.

Trappurúm ≤ 1,3 s.

 

Ísoguvídd (Absorptionsareal), A
Opin undirvísingarøki ≥ 1,3 x gólvvíddina,

Felagsrúm við loftshædd meira enn 4 m og rúmd meira enn 300 m³ ≥ 1,2 x gólvvíddina.

Dagstovnar:
Virkiskravið fyri dagstovnar verður roknað at vera lokið, tá ið tað verður útint í samsvari við hesi virði:

Eftirljómstíð, T
Tilhaldsrúm ≤ 0,4 s.

Ísoguvídd (Absorptionsareal), A
Tilhaldsrúm við loftshædd meira enn 4 m og rúmd meira enn 300 m³

≥ 1,2 x gólvvíddina.