Seinast dagført: 01-01-2017

7.1 Alment

Stk. 1 Áseting

Bygningar skulu byggjast soleiðis, at tað slepst undan óneyðugari orkunýtslu til upphiting, heitt vatn, køling, luftskifti og ljós, samstundis sum heilsuligu umstøðurnar eru nøktandi.

Sama er galdandi í sambandi við umbygging og aðrar munandi broytingar av bygningum, sum eru fevndir av kap. 7.4.
 

(7.1, stk. 1) Vegleiðing

Hesin kap. er grundaður á boðskriv ”Europa-­Parlamentets og Rådets direktiv om bygningers energimæssige ydeevne (omarbejdning)”.

Vísast kann til ”SBi-anvisning 213, Bygningers energibehov”.
 

Stk. 2 Áseting

Útsíður á bygningum, íroknað vindeygu og hurðar, skulu í so lítlan mun sum gjørligt hava kuldabrúgvar.

Orkuliga ávirkanin frá kuldabrúgvum skal íroknast, tá ið orkumissurin fyri einstøku bygningspartarnar verður roknaður út.

(7.1, stk. 2) Vegleiðing

Ásetingin skal gera sítt til at minka um vandan fyri kondens og soppavøkstri og avmarka hitamissin gjøgnum einstøku bygningslutirnar.

Stk. 3 Áseting

Bygningar og bygningspartar, íroknað vindeygu og hurðar, skulu gerast soleiðis, at hitamissurin ikki økist munandi sum avleiðing av vætu, gjóstri ella óætlaðum luftskifti.

(7.1, stk. 3) Vegleiðing

Inngangir á hotellum, stórum handilshølum og atgongd til upphitað trappurúm eiga at hava dur.

Hitabjálving, har vindur kemur at, eigur at klæðast við vindtættum tilfari.

Stk. 4 Áseting

Hitamissurin ígjøgnum bygningspartar í bygningum, sum eru hitaðir upp til í minsta lagi 5 °C, skal lúka ásetingarnar í kap. 7.5.

Stk. 5 Áseting

Bygningslutir, sum avmarka rúm, ið fáa tilflutt ríkiligt av avlopshita, t.d. ketilmiðstøðir og bakarí, ella rúm, sum ikki ella bara í stutta tíð verða upphitað til yvir 5 °C, skulu hitabjálvast soleiðis, at tað svarar til nýtsluna.

(7.1, stk. 5) Vegleiðing

Bjálving av bygningspørtum móti rúmum við ­nógvum hita verður gjørd við atliti at høgleika ­(komfort). Hetta kann t.d. vera á virkjum, móti tøknirúmum o.s.fr.

Stk. 6 Áseting

Tá yvirførsluvídd, yvirførslumissur og karmur fyri hitamiss verður roknaður út, skal ”DS 418, Beregning af bygningers varmetab” nýtast.

(7.1, stk. 6) Vegleiðing

Bjálvingarevni í tilfari verður ásett samsvarandi viðkomandi evrokotum (DS/EN standardum/­normum).

Stk. 7 Áseting

Ásetingarnar í hesum kap. eru ikki galdandi fyri vakstrarhús í garðyrkisvinnuni.

(7.1, stk. 7) Vegleiðing

Ásetingarnar eru tó galdandi fyri søluhøli, ­skriv­stovur og felagshøli, sum eru knýtt at ­vakstrarhúsum.