Seinast dagført: 01-01-2017

7.2.2 Orkukarmur fyri bústaðir, studentagarðar, næmingaheim, hotell o.a.

Stk. 1 Áseting

Fyri bústaðir, studentagarðar, næmingaheim, hotell o.a. má samlaði tørvurin hjá bygninginum á tilfluttari orku til upphiting, luftskifti, køling og heitt nýtsluvatn pr. m² upphitað hæddarvídd í mesta lagi vera 70 kWh/m²/ár. Afturat hesum skal leggjast 2200 kWh/ár býtt við upphitaðu hæddarvíddini.

(7.2.2, stk. 1) Vegleiðing

Orkukarmurin fevnir um bygningar, har ljós­útbúnaðurin vanliga ikki er ásettur, tá bygt verður.

Í útrokningini verða atlit tikin at sólinnkomu, persóns­hita og hitasavnandi eginleikunum í bygninginum.

Eftirvísing verður framd við støði í einum einfaldum útrokningarhátti, har ið mánaðarlig miðalvirði fyri veðurdátur o.a. verða nýtt. Sí skjal 1B.

Eftirvísing verður framd við støði í ”SBi-anvisning 213, Bygningers energibehov”. 

Ásetingin er eisini galdandi fyri bygningar við javn­vigaðum mekaniskum luftskifti og køling.

Orkukarmurin fyri bústaðir, studentagarðar, næminga­heim, hotell o.a. verður lýstur soleiðis:

(70+2200/A) kWh/m²/ár,
har A er tann upphitaða hæddarvíddin.