Seinast dagført: 01-01-2017

7.2.4 Orkukarmur 2018 fyri bústaðir, studentagarðar, næmingaheim, hotell o.a.

Stk. 1 Áseting

Bygningur lýkur ásetingarnar fyri orkukarm 2018, tá samlaði tørvurin á tilfluttari orku til upphiting, luftskifti, køling og heitt nýtsluvatn pr. m² av upphitaðari hæddarvídd ikki fer upp um 55 kWh/m²/ár. Afturat hesum skal leggjast 1600 kWh/ár býtt við upphitaðu hæddarvíddini.

(7.2.3, stk. 1) Vegleiðing

Orkukarmur 2018 fyri bústaðir, studentagarðar, næmingaheim, hotell o.a. kann lýsast soleiðis:

(55+1600/A) kWh/m²/ár,

har A er tann upphitaða hæddarvíddin.

”Orkukarmur 2018” kann væntast at verða eitt krav í 2018.