Seinast dagført: 01-01-2017

7.3.3 Karmur fyri hitamiss í afturatbyggingum

Stk. 1 Áseting

U-virðir og linjumissur kunnu broytast og vindeygavíddir o.a. økjast, um hitamissurin í afturatbygging ikki verður størri, enn um krøvini í kap. 7.3.2 vóru lokin.

Teir einstøku bygningspartarnir og bygnings­lutirnir skulu tó í minsta lagi bjálvast í samsvari við U-virðir og linjumiss í kap. 7.5.

(7.3.3, stk. 1) Vegleiðing

Karmurin fyri hitamiss fevnir bara um afturat­byggingina. Tó kann hitamissurin gjøgnum tann partin, sum afturatbyggingin fevnir um í uppruna bygninginum, íroknast karmin fyri hitamiss. Hetta er ikki galdandi fyri loftsíbúðir.