Seinast dagført: 01-01-2017

8.4.1 Alment

Stk. 1Áseting

Vatn- og frárenningarinnleggingar skulu gerast á fullgóðan hátt við atliti at bruna, trygd, virkni, heilsu og umhvørvi.

(8.4.1, stk. 1)Vegleiðing

Vísast kann til:
“DS 432, Norm for afløbsinstallationer”, “DS 439, Norm for vandinstallationer” og “Rørcenter-­anvisning 011, vacuumsystemer i bygninger”.

Stk. 2Áseting

Vatn- og frárenningarinnleggingar skulu vera úr tilfari og staklutum, sum eru nóg haldgóð fyri árinum, ið teimum koma fyri.

(8.4.1, stk. 2)Vegleiðing

Árinini kunnu vera hiti ella mekanisk árin, tæring o.a., og kunnu vera bæði innan og uttan.

Tilfar og staklutir skulu hóska til føroyska vatnið, sum í flestu førum er súrt yvirflatuvatn.

Stk. 3Áseting

Vatn- og frárenningarinnleggingar skulu vera so tættar, at eingin ótilætlað seyring verður, hvørki inn ella út.

Stk. 4Áseting

Vatn- og frárenningarinnleggingar skulu staðsetast soleiðis í mun til aðrar bygningslutir, sum t.d. undirstøðið ella festið í bygningspartar, at skaði hvørki kemur á innleggingarnar ella bygningslutirnar.

Stk. 5Áseting

Verksmiðjuframleiddir lutir, sum eru partur av ella skulu bindast í vatninnleggingar, skulu við­víkjandi mekaniskum/alisligum sermerkjum vera sambært treytunum í pkt. 8.4.

Stk. 6Áseting

Vatninnleggingar og frárenningarinnleggingar skulu gerast soleiðis, at vandi ikki verður fyri spreingingum, skaðiligum trýsti og trýststoyti.

Stk. 7Áseting

Vatninnleggingar og frárenningarinnleggingar skulu gerast soleiðis, at tær kunnu reinsast í neyðugan mun.

Reinsileiðir og staklutir, ið krevja viðlíkahald, skulu vera lætt atkomulig.

(8.4, stk. 7)Vegleiðing

Kommunali byggimyndugleikin setir krøv til, hvussu kravið kann lúkast.

Stk. 8Áseting

Vatn- og frárenningarinnleggingar skulu haldast viðlíka, so tær eru í fullgóðum standi bæði tøkniliga og heilsuliga.

Stk. 9Áseting

Rottangar skulu reinsa spillivatnið nøktandi, og skulu setast soleiðis, at teir eru lættir at koma at, og lættir at tøma og røkja.

(8.4.1, stk. 9)Vegleiðing

Vísast kann til vegleiðing um rottangar á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni (www.us.fo).