Seinast dagført: 01-01-2017

8.4.2.1 Alment

Stk. 1 Áseting

Vatninnleggingar skulu dimensjónerast sbrt. tørvinum í bygninginum og gerast soleiðis, at nøktandi vatnveiting fæst við tey einstøku tappingarstøðini.

Stk. 2 Áseting

Kalda vatnið skal við øll tappingarstøð lúka fysisku, evna- og bakteriufrøðiligu krøvini, sum eru ásett í kunngerð um veiting av drekkivatni.

Kalda vatnið skal vera passaliga kalt innan rímiliga bíðitíð. Ásetingin er ikki galdandi fyri serstakar vatninnleggingar til tøkniliga nýtslu.

(8.4.2.1, stk. 2) Vegleiðing

Kravið kann t.d. vera lokið við, at blindleiðingar ikki eru í vatnskipanini, ella við at tryggja, at hiti frá øðrum innleggingum ikki ávirkar leiðingarnar við køldum vatni.

Stk. 3 Áseting

Fyri at tryggja vatnveitingarskipanina ímóti dálking, sum rennur øvugt í drekkivatns-­innleggingini, skal ein mótventilur setast á ­vatninnføringina, ið er løgd inn í bygningin, og áðrenn greining er gjørd til aðra leiðing.

(8.4.2.1, stk. 3 og 4) Vegleiðing

Í drekkivatnsinnleggingum skulu hóskandi tiltøk ­gerast fyri at tryggja seg ímóti, at viðgjørt vatn ­rennur øvugt, alt eftir, hvussu heilsuskaðiligt viðgjørda vatnið er, av hvørjum slagi innleggingarnar eru, og hvat tær skulu nýtast til.

Vísast kann til “DS/EN 1717, Sikring mod forurening af drikkevand i vandinstallationer samt generelle krav til tilbagestrømnings-sikringer”.

Vísast kann til “Rørcenter-anvisning 015, Tilbagestrømningssikring af vandforsynings-systemer”.

Stk. 4 Áseting

Vatninnleggingar skulu gerast soleiðis, at viðgjørt vatn og vatn, sum er tappað við eitt tappingarstað, ikki kann renna øvugt í drekki-vatnsinn­leggingini.

Stk. 5 Áseting

Innleggingar til drekkivatn, ið kunnu koma í samband við heilsuskaðilig evni, skulu gerast soleiðis, at trygd er fyri, at evnini ikki kunnu treingja inn í drekkivatnsinnleggingina við tæring ella diffusjón, so at heilsuvandi kann standast av tí.

Stk. 6 Áseting

Vatninnleggingar skulu gerast soleiðis, at tað slepst undan óneyðugari vatnnýtslu.

(8.4.2.1, stk. 6) Vegleiðing

Vísast kann til “Rørcenter-anvisning 002, ­Ressourcebesparende vandinstallationer i boliger”.

Víkjast kann frá kravinum um óneyðuga vatnnýtslu við tappingarstøð, ið sjáldan verða nýtt, sbrt. kap. 8.4.2.2, stk. 2.

Stk. 7 Áseting

Vatninnleggingar skulu gerast soleiðis, at ampi ikki stendst av vatni, ið rennur frá heitt- til kaltvatnsinnleggingina.

Stk. 8 Áseting

Vatninnleggingar til tøkniliga nýtslu og inn­leggingar, sum av øðrum ávum hava við sær, at krøvini til drekkivatnsgóðsku ikki eru lokin, skulu vera merktar á ein slíkan hátt, at tað slepst undan skeivari nýtslu.

Stk. 9 Áseting

Rottangar skulu reinsa spillivatnið nøktandi, og skulu setast soleiðis, at teir eru lættir at koma at, og lættir at tøma og røkja.

(8.4.1, stk. 9) Vegleiðing

Vísast kann til vegleiðing um rottangar á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni (www.us.fo).