Seinast dagført: 01-01-2017

8.4.2.3 Vatnfloymur

Stk. 1 Áseting

Vatninnleggingar skulu gerast soleiðis, at trygd er fyri, at vatn ikki streymar út ella seyrar út og ger skaða á bygningar.

Lekar skulu lættliga kunna staðfestast.

Stk. 2 Áseting

Tappingarstøð mugu bert gerast, har nøktandi frárenning er, ella har vatnið á annan hátt kann leiðast burtur ella savnast á hóskiligan hátt.

Stk. 3 Áseting

Tól við sjálvvirkandi vatnáfylling, ið verða sett í rúm uttan gólvfrárenning, skulu hava trygd fyri, at vatn ikki ótilætlað rennur út, og skulu vera sett soleiðis, at seyring kann staðfestast.