Seinast dagført: 01-01-2017

8.4.2.4 Tilfar, verksmiðjuframleiddir lutir og útinnan

Stk. 1 Áseting

Vatninnleggingar skulu vera úr tilfari, ið ikki letur heilsuskaðilig evni frá sær út í vatnið. Tilfarið má heldur ikki lata nakað frá sær, ið kann vera til ampa, so sum lukt, smakk, misliting ella gróður av smáverum.

(8.4.2.4, stk. 1) Vegleiðing

Kravið viðvíkur øllum tilfari, sum er partur av ­i­nnleggingini, t.d. rør, armatur og pakningar.

Stk. 2 Áseting

Verksmiðjuframleiddir lutir, sum eru partar av ella skulu bindast í vatninnleggingar, skulu við­víkjandi sermerktum viðurskiftum, ið hava ávirkan á drekkivatnsgóðskuna, vera sbrt. kunngerð um veiting av drekkivatni.

(8.4.2.4, stk. 2) Vegleiðing

Víst verður til ETA Danmark (www.etadanmark.dk), har møguligt er at síggja, hvørjir verksmiðju­framleiddir lutir eru VA-góðkendir.

Stk. 3 Áseting

Innleggingarlutir, ið eru settir soleiðis, at teir ikki kunnu skiftast út, skulu hava eina slíka góðsku, at teir kunnu halda eins leingi og tann bygnings­lutur, teir eru settir í.