Seinast dagført: 01-01-2017

8.5.1.1 Alment

Stk. 1 Áseting

Brenniútbúnaður skal gerast og setast soleiðis, at hann lættliga kann reinsast.

(8.5.1.1, stk. 1) Vegleiðing

Vísast kann til donsku kunngerðina ”Bekendtgørelse om eftersyn af kedel- og varmeanlæg i bygninger”.

Stk. 2 Áseting

Brenniútbúnaður skal vera tættur og gjørdur soleiðis, at brenningin er góð.

Stk. 3 Áseting

Brenniútbúnaður skal kunna fáa nóg mikið av lufttilflutningi uttanífrá til brenningina.

(8.5.1.1, stk. 3) Vegleiðing

Nóg stórur lufttilflutningur til brenningina fæst við, at brenniútbúnaðurin verður settur í rúm, sum hevur útiluftventil, ið kann stillast, ella við at luft verður flutt til brennikamarið gjøgnum rør uttanífrá.

Sí eisini kap. 8.3, stk. 2.

Stk. 4 Áseting

Brenniútbúnaður skal gerast soleiðis, at í vanligari rakstrarstøðu er undirtrýst í brenni­rúminum í brenniútbúnaðinum og í roykrørinum frá brenniútbúnaðinum í mun til rúmið, har brenniútbúnaðurin stendur.

Víkjast kann frá kravinum, tá ið tað snýr seg um serliga tættar ketlar, sum eru skipaðir til yvirtrýstbrenning, og hesir hava tætt roykrør ella eru settir upp í serlig rúm, skilað frá bú- og arbeiðsrúmum, sum hava luftskiftisop útum, ið ikki kunnu latast aftur.

(8.5.1.1, stk. 4) Vegleiðing

Viðvíkjandi roykrørskipanum, skorsteinum o.tíl. verður víst til kap. 8.5.3.2, stk. 1.

Í sambandi við yvirtrýstsbrenning eiga tvíveggjaðar roykrørskipanir at verða nýttar.

Í sambandi við innlegging av brenniútbúnaði eigur at verða tryggjað, at skorsteinssúgvið samsvarar minstakravinum, ið er ásett í innleggingarveg­leiðingini fyri ketilin. Um hetta ikki er so, eigur at verða bøtt um skorsteinin ella royksúgvari at verða settur á hann.

Stk. 5 Áseting

Brenniútbúnaður má ikki setast í rúm við eldfimum goymslum uttan so, at rúmið er brunatøkniliga skilt sundur á nøktandi hátt.

(8.5.1.1, stk. 5) Vegleiðing

Brunatøkniligi skilnaðurin kann t.d. gerast við skilaveggjum og skilagólvi í minsta lagi sum bygningslutur í flokki EI 60 A2- s1,d0 [BS- bygningsdel 60] og við hurðum í minsta lagi sum brandhurð í flokki EI2 30-C [BD-dør 30], sbrt. kap. 5, Brunaviðurskifti.