Smáir orkuhitaútbúnaðir skulu lúka krøvini í “EU-forordning nr. 813/2013/EU”.
Viðvíkjandi smáum gasskyndum orkuhita-útbúnaði kann vísast til “Bekendtgørelse om forskrifter for udførelse af gasinstallationer (gasreglementet)”.
Viðvíkjandi ravmagni kann vísast til kunngerð um ígildissetan av sterkstreymsreglugerð o.a., sum vísir til donsku ”Stærkstrømbekendt-gørelsen”. Vísast kann serliga til brot 6 í kap. 551.
Roykrørskipanir frá smáum orkuhitaútbúnaði mugu ikki bindast í roykrør frá øðrum brenniútbúnaði og skulu kunna reinsast.
Útbúnaður við størri brenniorku enn 30 kW skal setast í rúm, sum er sjálvstøðug brunadeild.
Brunatøkniligur skilnaður kann t.d. gerast við skilaveggjum og skilagólvi í minsta lagi sum bygningslutur í flokki EI 60 A2- s1,d0 [BS- bygningsdel 60] og við hurðum í minsta lagi sum brandhurð í flokki EI2 30-C [BD-dør 30], sbrt. kap. 5, Brunaviðurskifti.