Við byggistig skilst prosentvísi parturin av víddini av ábygdum øki í mun til grundøkjavíddina.
Byggistig = ábygt øki / grundøkjavídd
Grundøkjavíddin er víddin, sum er ásett fyri viðkomandi matrikulnummar.
Viðvíkjandi felags fastogn kann vísast til løgtingslóg um matrikulering og sundurbýti v.m.
Tá grundøkjavíddin verður útroknað í samband við áseting av byggistigi, skulu vegøkir ella økir, sum skulu vera óbygd orsakað av hornaavskering ella fyriskipan um byggilinju fyri at tryggja eini vegagerð, verða íroknað grundøkjavíddina, tá ið nevndu økir í matriklinum eru tilskilað sum partur av samlaðu fastognini.
Íroknað grundøkjavíddina verður:
Kommunali byggimyndugleikin kann áseta ein annan býtisnorm, ella at partar av einum felags fríøki ikki vera íroknaðir, við eini ítøkiligari áseting í byggisamtykt.
Er galdandi fyri størri felagsognir, sum t.d. Berjabrekka í Tórshavn og onnur líknandi
bygging.
Íroknað grundøkjavíddina vera ikki:
Samlaða hæddarvíddin fyri ein bygning verður roknað út við at leggja saman hæddarvíddirnar á øllum hæddunum, íroknað kjallara- og loftshæddir, altanir, sum kunnu latast aftur, útistovur, sambindingargongir og líknandi.
Rúm, sum ganga ígjøgnum fleiri hæddir, vera bara íroknað hæddini, har gólvið er. Tó vera uttan- og innandura trappur, trappurúm, altangangir og lyftuslokur íroknað hvørja hædd.
Innleggingarslokur verða eisini íroknaðar hvørja hædd.
Íroknað hæddarvíddina vera ikki:
Um fleiri enn 2 smáir bygningar við eini vídd á í mesta lagi 10 m² verða gjørdir, skulu hesir íroknast hæddarvíddina.
Fyri innskotnar hæddir (hemsur) verður einans tann parturin av gólvvíddini íroknaður, har frástøðan millum gólv og útsíðu á tekju er 1,5 m ella meira. Innrættast kunnu 2 ella fleiri innskotnar hæddir við eini vídd á í mesta lagi 4,5 m², men um innskotnu hæddirnar tá ikki skulu íroknast hæddarvíddina, er tað ein treyt, at tær ikki eru bundnar saman, og at atgongdin til tær er hvør sær.
Fyri bilhús, bilskýli, smáar bygningar sum lýstir í stk. 3, opnar tekjur, íroknað opnar taktar terassur og líknandi byggingar, verður bara tann parturin av víddini íroknaður hæddarvíddina, sum er meira enn:
Opnar tekjur og opnar taktar terassur verða mettar at vera opnar, tá í minsta lagi ein veggur er opin og ikki kann latast aftur við vindeyga, hurð, portri ella líknandi. Tøknihús til ravtøknilig samskiftisnet/tænastur eru ikki fevnd av ásetingini.
Frádráttirnir verða roknaðir út uttan mun til matrikulviðurskifti.
Hæddarvíddin verður roknað vatnrætt frá útsíðu til útsíðu av útveggjum, tó við hesum frávikum:
Ein loftshædd verður roknað sum nýtilig, tá ið tilhaldsrúm kunnu innrættast uttan at gera munandi inntriv í takkonstruktiónina.
Hædd á bygging verður máld loddrætt frá natúrliga lendinum. Tá bygt verður í brekkulendi ella lendi í ymiskum hæddum, verður mált frá einum ella fleiri planeringshæddum, sum verða ásettar av kommunala byggimyndugleikanum. Byggiloyvið skal skilliga lýsa ásetanina av planeringshæddunum. Er tørvur á tí, kunnu fleiri planeringshæddir ásetast fyri sama grundøki. Tá planeringshæddir verða ásettar, skal kommunali byggimyndugleikin taka atlit at:
Antennur, har hægsta punktið ikki er meira enn 5,5 m yvir tekju, takkvistum, roykrørum, útluftingarhettum, skjøldrum og takskeggum, verða ikki íroknaðar bygningshæddina, um so er, at tær eru vanligar í vavi. Kommunali byggimyndugleikin kann harafturat avgera, at trappuhús, lyftuslokur, luftskiftisútbúnaður, skeltir, ljóslýsingar o.tíl. ikki verða íroknað bygningshæddina.
Ásetingin fevnir ikki um antennuskálir o.tíl., sum hava tvørmát, ið eru í mesta lagi 50 cm.
Fráleikar verða máldir vatnrætt uttan at taka atlit at lendismunum. Fráleikin verður máldur vinkulrætt á viðkomandi linju (vegalinju, grannamark) ella aðra bygging, men kann við atliti at ljósviðurskiftunum ella fyri at avmarka sýnisbágar verða máldur sum minsti fríi fráleikin millum bygning ella bygningslut og vegalinju, grannamark ella aðra bygging á sama grundøki. Um bygningurin ikki hevur avmarkandi útveggir, verður mált 0,5 m inn frá tekjuni.
Tá fráleikin millum bygning og veg, grannamark og gøtu verður ásettur, verður niðanfyri standandi ikki íroknað:
Tá fráleikin millum bygning og vegamark verður roknaður út, verða bygningslutir, sum støkka fram út yvir vegamark, ikki tiknir við í tann mun, sum tilskilað er niðanfyri:
Festir lutir, skeltir ella líknandi mugu ikki setast út yvir vegamark.
Karnappar, altanir og líknandi bygging, sum er sett hægri enn 2,8 m yvir gongubreyt, kunnu gerast, um fráleikin millum bygningspartin og koyribreytina ella súkklubreytina í minsta lagi er 1 m. Sama er galdandi fyri hurðar, vindeygu og lúkur, sum eru gjørd at lata upp úteftir, og har niðari kantur á bygningslutinum í minsta lagi er settur 2,2 m upp frá koyribreytini ella súkklubreytini.
Allar hæddir í bygningum, íroknað atkomuhæddin, verða roknaðar uppí talið av hæddum. Í samlaða talið av hæddum verður harafturat roknað:
Loftshædd verður roknað at vera nýtilig, tá ið tilhaldsrúm kunnu gerast, uttan at munandi inntriv skulu gerast í t.d. takkonstrukt¬iónina, sbrt. kap. 1A.1.3, stk. 5, nr. 1.
Somuleiðis er kjallarahædd at rokna sum nýtilig, tá tilhaldsrúm við hædd á í minsta lagi 2,3 m kunnu innrættast.
Tá talan er um bygningar við forskotnum hæddum ella innskotnum hæddum (hemsum) og líknandi, skal kommunali byggimyndugleikin, við ítøkiligari meting í hvørjum einstøkum føri, áseta talið av hæddum.
Tá talan er um tilhaldsøkir á loftshædd ella á tekju á bygningum, kann kommunali byggimyndugleikin, við ítøkiligari meting í hvørjum einstøkum føri, gera av, at ein innskotin hædd (hems) við størri vídd enn 4,5 m², og altanir, útistovur, terassur og líknandi tilhaldsøkir skulu roknast uppí sum ein hædd.
Tá talið av hæddum verður gjørt upp, kann dentur m.a. verða lagdur á stødd og nýtslumøguleika av umrøddu bygningsfunktión í mun til samlaðu støddina og nýtsluna av byggingini.
Somuleiðis kann dentur verða lagdur á uttandura sniðið av byggingini, har til dømis tal og stødd á vindeygum til viðkomandi bygningsnýtslu kann fáa bygningin til at síggja út, sum um hann hevur eina eyka hædd í mun til umráðið, har hann stendur, sbrt. kap. 2.4.
Eisini kann metast um, um viðkomandi bygningsnýtsla hevur við sær munandi sýnisbágar í mun til umráðið, har bygningurin er. T.d. kann nevnast, at í hægri og tættari bygging nærri býum má væntast størri tolsemi viðvíkjandi sýnisbágum enn í lægri og meira fríttliggjandi einbýlishúsabygging.
Tá fráleikin millum bygning og vegamark verður roknaður út, verða bygningslutir, sum støkka fram út yvir vegamark, ikki tiknir við í tann mun, sum tilskilað er niðanfyri:
Festir lutir, skeltir ella líknandi mugu ikki setast út yvir vegamark.
Karnappar, altanir og líknandi bygging, sum er sett hægri enn 2,8 m yvir gongubreyt, kunnu gerast, um fráleikin millum bygningspartin og koyribreytina ella súkklubreytina í minsta lagi er 1 m. Sama er galdandi fyri hurðar, vindeygu og lúkur, sum eru gjørd at lata upp úteftir, og har niðari kantur á bygningslutinum í minsta lagi er settur 2,2 m upp frá koyribreytini ella súkklubreytini.