04-09-2020
Fýra fyritøkur bjóða seg fram til tunlarnar Norður um Fjall
Herfyri hevði Landsverk eitt útboð til undangóðkenning viðvíkjandi tunlunum Norður um Fjall.

Nú freistin er farin til undangóðkenninga viðvíkjandi tunlunum Norður um Fjall, skal Landsverk boða frá, at fýra fyritøkur hava bjóðað seg fram at gera nýggju tunlarnar.

Landsverk fer nú at gjøgnumganga umsóknirnar.