05-02-2021
Sjøtul setast á tunlar Norður um Fjall
Vegna almennu tilmælini um fyribyrging móti Covid-19 verður hátíðarhaldið bert fyri innbodnum.

Mánadagin 8. februar kl.12:00 verður fyrsta flagið loyst í sambandi við tunlar Norður um Fjall. Tiltakið verður hildið í Ánunum.    

Tað verður Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, sum fer at bjóða at vera vælkomin á staðnum. Síðani fer Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at bera fram røðu og loysa fyrsta flagið.

 

Upplýsingar um nýggju tunlarnar Norður um Fjall:

Nýggi Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900 m langur og 9 m breiður. Nýggi Hvannasundstunnilin verður umleið 2200 m langur og 9 m breiður.

Í Ánunum skulu gerast umleið 500 metrar av vegi. Í Árnafirði skulu gerast umleið 500 metrar av vegi ímillum tunlarnar, og í Norðdepli skulu gerast umleið 900 metrar av vegi.

Afturat tí verða nýggjar íbindingar gjørdar í Árnafirði og til gomlu tunlarnar, har gjørdir verða umleið 1000 metrar afturat av nýggjum vegi.

Arbeiðið er mett at taka umleið 4 ár treytað av, at játtan verður til arbeiðið.