Seinast dagført: 01-01-2017

1.7 Innleiðandi samrøða

Stk. 1 Áseting

Áðrenn farið verður í gongd við byggiætlanina, kann eigarin, ella umboð hansara, hava eina innleiðandi samrøðu við kommunala byggi­myndugleikan.

Eftir umbøn frá byggiharranum hevur kommunali byggimyndugleikin skyldu til at hava eina frammanundan samrøðu við byggiharran.

(1.7, stk. 1) Vegleiðing

Undir innleiðandi samrøðuni verða karmarnir við­víkjandi verkætlanini greiddir, eins og avtalur verða gjørdar um t.d. tíðarætlanir og skjalprógvan millum eigaran og byggimyndugleikan.