Tyrlupallar
Síðani 1995 hevur Landsverk havt raksturin av flest øllum tyrlupallum í landinum um hendi. Samanlagt 11 tyrlupallar eru, og av teimum tekur Landsverk sær av teimum 10. Landssjúkrahúsið hevur ábyrgdina av tí eina. Landsverk hevur umsjónarfólk úti um landið, sum eru knýtt at hvørjum tyrlupalli sær. Umframt uppgávur fyri Landsverk, taka hesi fólk sær av avgreiðsluni av ferðaseðlum, manifestum, farmi og líknandi fyri Atlantic Airways, sum røkir sjálva tyrluflúgvingina.
Um tyrlupallarnar:
Leiðsla: Leiðsluna av tyrlupallunum hevur Boði Haraldson, Landsverk, tel 290 841.
Bílegging: Ferðaseðlar verða bílagdir hjá Atlantsflog umvegis heimasíðun atltantic.fo her
Gjalding: Rindast skal kontant, tá goldið verður fyri ferðaseðlar og frakt á tyrlupallunum. Tilber ikki at rinda við gjaldskorti e.ø.
Frakt: Tyrlupallarnir koyra ikki frakt út til móttakaran. Sendarin má tí boða móttakaranum frá sendingini. Sí eisini leiðbeining á heimasíðuni hjá Atlantsflog um frakt.
Upplating: Upplatingartíðin á tyrlupallum er lagað eftir ferðaætlanini. Opið er upp til 30 minuttir áðrenn lending.
Upplýsing: Upplýsingar um ferðaætlan, bílegging, ferðing og frakt v.m. fáast hjá Atlantsflog.

Tyrlupallar
Tyrlupallur | Adressa | Telefon | Yvirlitstekning |
---|---|---|---|
EKFA - Froðba |
Á Høvdanum 57, 825 Froðba |
371951 |
|
EKSR - Dímun |
286 Stóra Dímun |
||
EKSY - Skúvoy |
Kirkjuvegur 13, 260 Skúvoy |
290919 |
|
EKMS - Mykines |
Gróthúsvegur, 388 Mykines |
321569 |
|
EKTB - Boðanes |
Yviri við Strond, 100 Tórshavn |
316455 |
|
Koltur |
285 Koltur |
||
EKKV - Klaksvík |
700 Klaksvík |
456886 |
|
EKSO - Svínoy |
Handandsvegur, 765 Svínoy |
290935 |
|
Kirkja |
Kalavegur, 766 Kirkja |
290937 |
|
Hattarvík |
767 Hattarvík |