Stk. 1Áseting

Bygningar skulu gerast og innrættast soleiðis, at eldurin verður avmarkaður til brunatøkniliga bygningspartin, har eldurin er byrjaður. Forðast skal fyri eld- og roykspjaðing til aðrar bygnings­partar í tíðarskeiðinum, sum er neyðugt fyri at bráðflyta fólk út og burtur frá bygninginum og til átakið hjá sløkkiliðnum.

(5.5, stk. 1)Vegleiðing

Bygningar kunnu við fyrimuni býtast sundur í fleiri brunatøkniligar bygningspartar fyri at forða eldi og royki at spjaðast til allan bygningin.

Úrslit: