Seinast dagført: 01-01-2017

2.2.1 Byggistig

Stk. 1Áseting

Tá byggistigið verður roknað út, má hæddar­víddin á bygging í mesta lagi vera:

  1. 60 fyri bygging í fleiri hæddum (íbúðarhús) í økjum, sum í byggisamtyktini eru løgd út til endamálið.
     
  2. 40 fyri heilt ella lutvíst samanbygd einbýlis­hús, herundir tvíhús, raðhús og líknandi tætta/lága bygging.
     
  3. 30 fyri einbýlishús og frítíðarhús í økjum, sum í byggisamtyktini eru løgd út til endamálið.
     
  4. 45 fyri aðra bygging.
(2.2.1, stk. 1)Vegleiðing

Byggistigið verður roknað eftir reglunum í skjali 1A.

(2.2.1, stk. 1, nr. 4)Vegleiðing

Við aðra bygging skal skiljast bygging til vinnu ella stovnar.

Úrslit: