Seinast dagført: 01-01-2017

2.3.4 Hædd og tal av hæddum

Stk. 1Áseting

Hædd á bygging og tal av hæddum verður ásett eftir krøvunum í kap. 2.3.1 við teimum víðkanum og avmarkingum, sum eru ásettar í kap. 2.3.4, stk. 2.

(2.3.4, stk. 1)Vegleiðing

Hædd og tal av hæddum verður ásett út frá ­natúrliga lendinum.

Stk. 2Áseting

Fyri at tryggja nøktandi ljósviðurskifti og forða fyri øðrum munandi bágum, skal ásetanin av hædd og tal av hæddum í byggingum sbrt. kap. 2.3.4, stk. 1 gerast við atliti at lutfallinum millum hæddina á byggingini og fráleika til:

  1. Aðra bygging og fríøkir á sama grundøki.
     
  2. Bygging og fríøkir á grannaøki.
     
  3. Vegir og gøtu.

 

(2.3.4, stk. 2)Vegleiðing

Í skjali 1A verða reglurnar fyri útrokning av hædd og tal av hæddum lýstar.

Ein munandi bági kann t.d. vera, at grannar í ov stóran mun síggja inn til hvønn annan.

Stk. 3Áseting

Planering og uppfylling av grundøkjum skal taka atlit at verandi og framtíðar grannabygging.

Planering og uppfylling skal haldast á egnum grundøki. Kommunali byggimyndugleikin kann krevja, at eyka átøk verða gjørd, soleiðis at planeringin og uppfyllingin heldur seg á egnum grundøki.

(2.3.4, stk. 3)Vegleiðing

Ásetingin tekur atlit at viðurskiftum, sum kunnu gera seg galdandi, m.a. tá stórur hæddarmunur er á lendinum.

Vísast kann til Arbeiðseftirlitið í samband við ­spreinging.
 

Úrslit: