Seinast dagført: 01-01-2017

1.3.2 Ásetingar í sambandi við ­byggimálsviðgerð av mastrum ­ og antennum o.tíl.

Stk. 1Áseting

Umsókn um byggiloyvi til uppsetan av mastrum og byggiloyvi til uppsetan av møguligum komandi antennum á mastrunum kunnu byggimálsviðgerast undir einum.

(1.3.2, stk. 1)Vegleiðing

Kommunali byggimyndugleikin tekur støðu til, um umsóknin um uppsetan av mastrini og møguligum komandi antennum á mastrini verður byggimálsviðgjørd undir einum.

Ásetingin kann somuleiðis nýtast í samband við umsókn um byggiloyvi til fleiri komandi antennur á verandi mastrum. Um so er, at tað í sambandi við eina byggimálsviðgerð undir einum er skylda at fremja partshoyring sbrt. reglunum í løgtingslóg um fyrisitingarlóg, skal partshoyringin fevna bæði um mastrina og tær møguligu komandi antennur, sum umsóknin fevnir um.

Kommunali byggimyndugleikin kann í byggiloyvinum seta treytir um, at kommunali byggimyndug­leikin skal kunnast, hvørja ferð ein antenna skal setast á mastrina. Antennur, sum seinni verða settar upp í mastrina, skulu samsvara byggiloyvinum.

Stk. 2Áseting

Tá søkt verður um byggiloyvi til uppsetan av mastur og møguligum komandi antennum á mastrini undir einum, skal umsóknin lýsa tær antennukonstruktiónir, sum seinni kunnu verða settar upp í mastrina. Lýsingin skal fevna um tal av antennum og staðseting á mastrini.

(1.3.4, stk. 2)Vegleiðing

Antennur, sum ynskjast settar upp í mastrina, men har hetta ikki verður víst í upprunaligu byggi­um­sóknini, ella antennur, har staðsetingin sbrt. byggiumsóknini verður broytt, skulu byggimálsviðgerast av nýggjum.

Stk. 3Áseting

Byggiloyvið til uppsetan av mastrini fellur burtur, um uppsetanin ikki er farin í gongd innan 2 ár frá loyvisdegnum. Loyvið til at seta tær loyvdu antennurnar upp í mastrina fellur tó ikki burtur, sjálvt um tær loyvdu antennurnar verða settar upp meira enn 2 ár aftaná, at masturin er uppsett.

Stk. 4Áseting

Kommunali byggimyndugleikin skal fráboðast, tá arbeiðið at seta mastrina upp er liðugt. ­Kommunali byggimyndugleikin letur síðani loyvishavaranum nýtsluloyvi, hóast tær loyvdu antennurnar enn ikki eru settar upp í mastrina. Nýtsluloyvið verður givið sbrt. reglunum í kap. 1.6, stk. 1.

Úrslit: