Seinast dagført: 01-01-2017

6.3.1.3 Aðrir bygningar enn bústaðarbygningar

Stk. 1Áseting

Tilhaldsrúm á dagstovnum skulu hava luftskiftis­útbúnað, sum bæði fevnir um innblásing, útsúgving og hitaendurnýtslu av luftini, har innblásta luftin verður upphitað.

Luftskiftið skal tryggja eitt heilsugott inni­umhvørvi.

Innblásingin við útiluft og útsúgvingin skulu vera í minsta lagi 3 l/s fyri hvørt barn og í minsta lagi 5 l/s fyri hvønn vaksnan, umframt 0,35 l/s pr. m² hæddarvídd.

Somuleiðis skal tryggjast, at CO² innihaldið í inniluftini ikki fer upp um 0,1 % CO² í longri tíðarskeið.

Verður luftskiftisútbúnaður við tørvstillagaðum luftskifti nýttur, kann víkjast frá ásetingini, tá ið tørvurin er minni. Tó má luftskiftið í nýtslutíðini ikki vera minni enn 0,35 l/s pr. m² hæddarvídd.

(6.3.1.3, stk. 1) Vegleiðing

Ásetingin er galdandi fyri stovnar sum t.d. vøggu­stovur, barnagarðar, frítíðarskúlar, frítíðarheim, dagtilhald og aðrar stovnar við líknandi endamáli.

Luftskiftið í tilhaldsrúmunum er ikki í sær sjálvum nóg mikið til at tryggja, at CO² innihaldið í inniluftini ikki fer upp um 0,1 % CO² í longri tíðarskeið. Tískil eigur luftskiftisútbúnaðurin at gerast við broytiligari megi alt eftir tørvinum, soleiðis at luftskiftið er størri í rúmum, har tørvurin er stórur og minni í rúmum, har tørvurin er lítil.

Luftskiftisásetingin fyri bygningin er treytað av, at lítið dálkandi byggitilfar verður nýtt. Lítið dálkandi byggitilfar er byggitilfar, sum er fevnt av ”Dansk Indeklima Mærkning”, og tilfar, sum lýkur treytirnar fyri at verða merkt eftir hesi skipan.

Ásetingin eigur at síggjast í samanhangi við kap. 3.4.2, stk. 2.

Stk. 2Áseting

Undirvísingarrúm í skúlum og onnur líknandi rúm skulu hava luftskiftisútbúnað, sum bæði fevnir um innblásing, útsúgving og hitaendurnýtslu av luftini, har innblásta luftin verður upphitað.

Innblásingin við útiluft og útsúgvingin skulu vera í minsta lagi 5 l/s pr. fólk, umframt 0,35 l/s pr. m² hæddarvídd.

Somuleiðis skal tryggjast, at CO² innihaldið í inniluftini ikki fer upp um 0,1 % CO² í longri tíðarskeið.

Um luftskiftisútbúnaðurin kann lagast til broyttan tørv, kann víkjast frá ásetingini, tá ið tørvurin er minni. Tó má luftskiftið í nýtslutíðini ikki vera minni enn 0,35 l/s pr. m² hæddarvídd.

Tá ið serlig byggitøknilig tiltøk verða gjørd, eitt nú størri rúmd pr. fólk, nýtsla av fleiri luftskiftis­møguleikum, so sum tvørluftskifti, kann víkjast frá kravinum um mekaniskt luftskifti, treytað av, at inniluftin er heilsuliga nøktandi.

(6.3.1.3, stk. 2)Vegleiðing

Luftskiftið í vanligum flokshølum er ikki í sær sjálvum nóg mikið til at tryggja, at CO² innihaldið í inniluftini ikki fer upp um 0,1 % CO² í longri tíðarskeið. Tískil eigur luftskiftisútbúnaðurin at gerast við broytiligari megi alt eftir tørvinum, soleiðis at luftskiftið er størri í rúmum, har tørvurin er stórur og minni í rúmum, har tørvurin er lítil.

Luftskiftisásetingin fyri bygningin er treytað av, at lítið dálkandi byggitilfar verður nýtt. Lítið dálkandi byggitilfar er byggitilfar, sum er fevnt av ”Dansk Indeklima Mærkning”, og tilfar, sum lýkur treytirnar fyri at vera merkt eftir hesi skipanini.

Ásetingin eigur at síggjast í samanhangi við kap. 3.4.2, stk. 2.

Stk. 3Áseting

Fyri onnur rúm enn tey, sum eru nevnd í stk. 1 og 2, skal dimensjóneringin av luftskiftinum góðkennast av kommunala byggimyndug­leikanum við atliti at, hvussu stórt rúmið er, og hvat tað verður nýtt til.

(6.3.1.3, stk. 3) Vegleiðing

Gjørt verður vart við, at natúrligt luftskifti í summum førum kann nøkta tørvin. Í øðrum førum eiga krøv at verða sett um samansett ella mekaniskt luftskifti fyri at tryggja heilsuliga nøktandi inniluft.

Rúm, har tørvurin á luftskifti kann nøktast við natúrligum luftskifti, kunnu t.d. vera skrivstovuhøli, hotellkømur og ávís sløg av handilshølum.

Rúm, sum krevja serliga umhugsan viðvíkjandi natúrligum luftskifti, og sum kunnu krevja samansett ella mekaniskt luftskifti, kunnu t.d. vera skrivstovu­høli til nógv fólk, samkomuhøli, fundarrúm, matar­høli, matstovur og hølir á sjúkrahúsum.

Luftskiftið kann t.d. ásetast við støði í ”DS 447, Ventilation i bygninger – Mekaniske, naturlige og hybride ventilationssystemer”.

Viðvíkjandi luftskifti í ruskhølum og í lyftum verður víst til kap. 8, Innleggingar.

Úrslit: