Seinast dagført: 01-01-2017

6.3.3.2 Radon

Stk. 1Áseting

Innrák av radon til inniumhvørvið skal avmarkast við, at bygningskonstruktiónin verður gjørd lufttøtt móti lendinum, ella við at onnur sam­svarandi munadygg tiltøk verða gjørd.

(6.3.3.2, stk. 1) Vegleiðing

Radon er eitt geislavirkið luftevni, sum er í jørðini. Radon verður forðað í at treingja upp í bygningar við at undirstøðið, lendisgólv, gólv, kjallaragólv og kjallaraútveggir verða gjørd lufttøtt, t.d. við at gera konstruktiónirnar úr betongi, soleiðis at ein góð, einsháttað konstruktión, uttan rivur, fæst, og við at tetta rundan um rør og rørgjøgnumføringar í hesum bygningspørtum.

Vísast kann til ”Byggeteknisk Erfaringsformidling, BYG-ERFA blad SfB (99) 02 09 27, Radon-fore­byggelse og afhjælpning” og ”Erhvervs- og Bygge­styrelsens pjece om radon og enfamilieshuse”.

Altjóða tilmælini eru, at einføld og bílig tiltøk eiga at verða gjørd við atliti at minking av radoninnihaldi í inniumhvørvinum, tá ið radoninnihaldið er millum 100 Bq/m³ og 300 Bq/m³ (Becquerel pr. rúmmetur).

Við støði í hesum verður mælt til, at í verandi ­bygningum verða gjørdar einfaldar og bíligar betringar, tá ið radoninnihaldið er millum 100 Bq/m³ og 200 Bq/m³, og at munadyggari ábøtur verða gjørdar, tá ið radoninnihaldið fer upp um 200 Bq/m³ (Becquerel pr. rúmmetur).

Stk. 2Áseting

Bygningurin skal byggjast soleiðis, at tað verður tryggjað, at radoninnihaldið ikki fer upp um 100 Bq/m³.

(6.3.3.2, stk. 2)Vegleiðing

Tá mátingar verða gjørdar av radoninnihaldinum, eiga mátingarnar at gerast yvir minst tveir mánaðir. Úrslitið av mátingunum eigur at verða roknað út sum miðaltalið yvir eitt heilt ár – ársmiðalvirðið fyri bústaðin.

Úrslit: