Seinast dagført: 01-01-2017

8.5.1.4 Krøv til miðstøðuhitaketlar, ­oljubrennarar o.a.

Stk. 1Áseting

Tá miðstøðuhitaketlar við olju- ella gassblási-­luftbrennara verða innlagdir, skal brennarin stillast.

(8.5.1.4, stk. 1)Vegleiðing

Viðvíkjandi stilling av gassblásiluftbrennarum kann vísast til ”Bekendtgørelse om forskrifter for udførelse af gasinstallationer (gasreglementet)”.

Stk. 2Áseting

Ketlar til olju ella gas skulu lúka krøvini í “EU-forordning nr. 813/2013/EU”.

Stk. 3Áseting

Ásetingarnar í stk. 2 eru galdandi fyri ketlar við formligum virkni (nominel effekt) á upp til 400 kW.

Stk. 4Áseting

Tá ið verandi ketlar verða útskiftir, skal virknaðarstigið bæði við fulllast og partlast í minsta lagi samsvara ásetingunum í stk. 2 og 3.

Stk. 5Áseting

Ketlar til olju, sum lúka ásetingarnar í stk. 2, mugu ikki bindast í roykrør, har aðrir eldstaðir eru íbundnir.

(8.5.1.4, stk. 5)Vegleiðing

Samanbundnir ketlar kunnu tó bindast í sama roykrør.

Stk. 6Áseting

Ketlar til kol, koks, lívrunnið brenni og lívmegn (biomasse) skulu hava eitt virknaðarstig, sum í minsta lagi lýkur “Kedelklasse 5” í “DS/EN 303-5, Centralvarmekedler til fast brændsel, manuelt eller automatisk fyrede med en nominel varmeeffekt på op til 500 kW, Terminologi, krav, prøvning og mærkning”.

(8.5.1.4, stk. 6)Vegleiðing

Vísast kann til “DS/EN 303-5 Centralvarme-kedler. Del 5: Centralvarmekedler til fast brændsel, manuelt eller automatisk fyrede med en nominel varmeeffekt på op til 300 kW, Terminologi, krav, prøvning og mærkning”.

Viðvíkjandi krøvum til útlát (emmisionskrav) kann vísast til skjal 1 í donsku kunngerðini ”Bekendtgørelse om regulering af luftforurening fra brændeovne og brændekedler samt visse andre fast anlæg til energiproduktion”.
 

Stk. 7Áseting

Ásetingarnar í stk. 6 eru ikki galdandi fyri ketlar til hálm.

Stk. 8Áseting

Leysir brennarar, ið kunnu skiftast út, ætlaðir til fast brenni, skulu lúka “DS/EN 15270 Pille­brændere til små centralvarmekedler med hensyn til forbrændingskvalitet, sikkerhed og tilpasning til kedel”.

(8.5.1.4, stk. 8)Vegleiðing

“DS/EN 15270” ásetur millum annað krøv til stødd á brennikamarinum.

Stk. 9Áseting

Oljukynd heitluftsaggregat at hita bygningar upp við skulu lúka krøvini til lufthitarar í “Klasse A” í “DS 2187, Oliefyrede luftvarmere med tvangscirkulation af luft”.

Stk. 10Áseting

Oljubrennarar skulu lúka krøvini í “DS/EN 230, Automatisk brændekontrolsystem for olie­brændere”, og “DS/EN 267, Blæseluftsolie­brændere”.

Úrslit: