Seinast dagført: 01-01-2017

3.5 Atkomulig innrætting av ­tænastuveitandi útbúnaði

Stk. 1Áseting

Tænastuveitandi útbúnaður til almenningin, so sum sjálvtøkur, gjalds- og postgreiðslur o.tíl., skal setast upp soleiðis, at øll fólk kunnu brúka hesar, eisini fólk, sum ikki hava fullan førleika.

Stk. 2Áseting

Støðuplássið framman fyri útbúnaði, sum lýst í stk. 1, skal vera vatnrætt og í minsta lagi 1,3 m x 1,3 m. Hæddarmunir í lendinum skulu javnast.

(3.5, stk. 2)Vegleiðing

Víst verður til ásetingarnar um atkomuviður­skifti í óbygdum økjum í kap. 2, Byggiregulerandi ­ásetingar. Ásetingin kann lúkast við, at lendið verður javnað, og rampur verða gjørdar, sum lýst í kap. 3, Innrætting av bygningum.

Stk. 3Áseting

Útbúnaður, sum lýstur í stk. 1, skal í hædd vera soleiðis, at fólk í koyristóli kunnu brúka hann.

(3.5, stk. 3)Vegleiðing

Kravið kann eisini lúkast við, at útbúnaðurin lættliga kann stillast i hædd.

Úrslit: