Seinast dagført: 01-01-2017

4.1 Alment

Stk. 1Áseting

Bygningar skulu gerast soleiðis, at nýtslu-, trygdar-, haldgóðsku- og heilsuligu viðurskiftini eru nøktandi. Arbeiðið skal gerast handverksliga rætt. Tilfarið, ið brúkt verður, skal vera gagnligt til endamálið.

(4.1, stk. 1)Vegleiðing

Eitt byggiarbeiði er fullgott greitt úr hondum, tá tað, umframt vissu fyri haldgóðari styrki, støðufesti og heilsuligum viðurskiftum, eisini fevnir um verju ímóti skaðadjórum, so sum rottum o.ø.

Ásetingarnar fevna eisini um byggitíðina, har arbeiðið eigur at verða skipað soleiðis, at byggingin er trygg, meðan bygt verður, íroknað, at byggingin ikki rapar og tílíkt.

Samlaða bygningskonstruktiónin skal vera lufttøtt við atliti at orkunýtsluni, sí kap. 7, Orka.

Stk. 2Áseting

Bygningskonstruktiónir skulu dimensjónerast og gerast soleiðis, at tær kunnu standa ímóti øllum vanligum statiskum og dynamiskum ávirkanum.

(4.1, stk. 2)Vegleiðing

Atlit at øðrum viðurskiftum, sum t.d. ljóð- og brunaviðurskifti kunnu eisini vera dimensjónerandi.

Stk. 3Áseting

Planering skal gerast á tryggan hátt, so skaðar ikki henda orsakað av flytingum í lendinum.

Planering undir kloakk- og veitingarleiðingum, grundstøðinum o.tíl. skal gerast so, at tað er haldgott og frosttrygt.

(4.1, stk. 3)Vegleiðing

Í sambandi við frosttrygging av undirstøðinum eiga loysnirnar at vera so mikið góðar og álítandi, at frosttryggingin heldur so leingi, bygningurin stendur.

Serlig atlit skulu takast at brattlendi.

Stk. 4Áseting

Tekjur og ervaljós skulu gerast soleiðis, at tað ikki er møguligt at detta niður ígjøgnum tekjuna/ervaljósið.

Stk. 5Áseting

Við ráðlegging, prosjektering, útbjóðing og gerð av bygningskonstruktiónum skulu átøk gerast, sum, við atliti at veðurlagnum, eru neyðug fyri at gera eitt fullgott arbeiði.

(4.1, stk. 5)Vegleiðing

Ásetingin er m.a. við til at tryggja, at vátt og vætuviðkvæmt tilfar, og tilfar og bygningslutir við blámusoppi ikki verður innbygt. Tað kann t.d. gerast soleiðis, at byggingin fer fram undir fullkomnari verju fyri regni o.ø. og hóskandi varðveitslu av byggitilfari. Ein hóskandi góðskutryggingarskipan hevur eisini stóran týdning í hesum sambandi.

Virkiskravið kann t.d. verða lokið við:

  • At í ráðleggingar- og prosjekteringstíðini verður lagdur dentur á at sleppa undan tilfari og byggitøkniligum loysnum, sum eru óneyðuga vætuviðkvæmar.
     
  • At í útbjóðingar- og tíðarætlanini greitt verður sett tíð av til neyðugu turkingina av byggitilfari og konstruktiónum.
     
  • At byggiharrin, um gjørligt áðrenn útbjóðingina, fremur eina meting av, um tað loysir seg at seta upp verju fyri regni o.ø. í byggitíðini.
     
  • At byggiharrin við útbjóðing í fakentreprisu skipar fyri felags høli til at goyma vætuviðkvæmt tilfar í.

Stk. 6Áseting

Bygningskonstruktiónir og byggitilfar mugu ikki innihalda vætu, sum, tá flutt verður inn í bygningin, kann hava við sær vanda fyri vøkstri av blámusoppi.

(4.1, stk. 6)Vegleiðing

Kravið er við til at minka um vandan fyri, at flutt verður inn í ov ráligar bygningar og vandan fyri vøkstri av blámusoppi. Hetta er galdandi fyri bæði nýbygging og umbygging. Tá hættisliga vætuinnihaldið í tilfarinum verður greinað, eigur atlit eisini at takast at møguligum yvirflatuskitti. Kravið eigur at síggjast í samanhangi við stk. 5.

Úrslit: