Seinast dagført: 01-01-2017

7.2.5 Orkukarmur 2018 fyri skrivstovur, skúlar, stovnar o.a., ið kap. 7.2.4 ikki fevnir um

Stk. 1Áseting

Skrivstovur, skúlar, stovnar og aðrir bygningar, ið ikki eru fevndir av kap. 7.2.4, lúka ásetingarnar fyri orkukarm 2018, um so er, at samlaði tørvurin á tilfluttari orku til upphiting, luftskifti, køling, heitt nýtsluvatn og ljós pr. m² av upphitaðari ­hæddarvídd ikki fer upp um 70 kWh/m²/ár.

Afturat hesum skal leggjast 1600 kWh/ár býtt við upphitaðu hæddarvíddini.

(7.2.5, stk. 1)Vegleiðing

Orkukarmur 2018 fyri skrivstovur, skúlar, stovnar og aðrar bygningar kann lýsast soleiðis

(70+1600/A) kWh/m² pr. ár,

har A er tann upphitaða hæddarvíddin.

”Orkukarmur 2018” kann væntast at verða eitt krav í 2018.

Stk. 3Áseting

Fyri bygningar ella bygningsdeildir innan fyri ”Orkukarm 2018” við tørvi á t.d. meira ljósi, eyka nógvum luftskifti, stórari nýtslu av heitum nýtsluvatni ella langari nýtslutíð, ella bygningar við stórari rúmhædd, verður orkukarmurin hækkaður við einum ískoyti, sum svarar til útroknaðu orkunýtsluna.

(7.2.5, stk. 3)Vegleiðing

Um avmarking av stórum ljóstørvi, eyka nógvum luftskifti, stórari nýtslu av heitum nýtsluvatni ella langari nýtslutíð, sí ”SBi-anvisning 213, Bygningers energibehov”.

Útrokning av ískoyti til orkukarmin fyri bygningar við stórari rúmhædd eru at finna í skjali 1B.

Væntast kann, at tey ískoyti, sum eru avleiðing av krøvum til tøkniligar innleggingar, verða minkað,
so hvørt sum krøvini verða herd í samsvari við tøkniligu menningina á økinum.

Úrslit: