Seinast dagført: 01-01-2017

7.4.2 Staktiltøk í sambandi við um­bygging, viðlíkahald og útskifting

Stk. 1Áseting

Um umbygging ella broytingar viðvíkja klima­skerminum, skulu orkusparingar fremjast.

Tiltøkini viðvíkja bara tí partinum av klima­skerminum, sum broytingin fevnir um.

Stk. 2Áseting

Krøv til bjálving av klimaskermi og linjumissi eru lýst niðanfyri:

(7.4.2, stk. 2)Vegleiðing

Um gólv, útveggir, hurðar, vindeygu ella tak­konstruktión verða skift galda stk. 1-3 uttan mun til lønsemið, sí tó stk. 3.

Lønandi hitabjálving eigur at verða gjørd í sambandi við umvæling ella viðlíkahald av útveggjum, hurðum og vindeygum, gólvum og tekju.

Dømi um umvæling ella viðlíkahald, har ið lønandi bjálving eigur at verða framd, eru:

  • At leggja nýggja takpappklæðing við undirpappi og yvirpappi á verandi tekju.
     
  • At leggja nýggjar taksteinar á gamlar lektir
     
  • At leggja nýggja metaltekju oman á gamla tekju úr takpappi ella fipursementplátum.
     

 

 

Linjumissur hevur stóran týdning fyri orkusparing og bágar av inniluftini. Ásetingin um linjumiss í sambandi við skiftan av vindeygum, umvæling av ­útveggjum ella gólvkonstruktiónum er bara ­galdandi, um umvælingar verða framdar av øllum lutunum, sum eru orsøk til linjumissin.

Stk. 3Áseting

Byggitøknilig viðurskifti kunnu hava við sær, at ásetingarnar í stk. 2 hvørki kunnu lúkast á lønandi hátt ella á ráðiligan hátt viðvíkjandi slevju.

Tó kann eitt minni umfatandi arbeiði hava við sær, at orkutørvurin verður minni. Í tílíkum føri skal hetta arbeiðið verða framt.

Stk. 4Áseting

Broytingar av bygningum, sum hava við sær økta orkunýtslu, kunnu fremjast, um samsvarandi orkusparingar verða framdar aðrastaðni. Broytingarnar skulu lúka krøvini í stk. 1.

(7.3.2, stk. 4)Vegleiðing

Ásetingin verður t.d. tikin í nýtslu, um so er, at vindeygavíddin verður økt.

Økta orkunýtslan kann bøtast við t.d. meirbjálving, sólhitaútbúnaði, hitapumpuútbúnaði ella sólkyknum.

Úrslit: