Seinast dagført: 01-01-2017

2.2.3.2 Einbýlishús og tvíhús

Stk. 1 Áseting

Kommunali byggimyndugleikin kann ikki nokta at góðkenna bygningshædd og fráleikaviðurskifti fyri einbýlishús og tvíhús, tá ið treytirnar í nr. 1 og 2 eru loknar.

  1. Útveggur móti granna- og vegamarki: 2,4 x fráleikan til grannamark og gøtu.
     
  2. Minsti fráleiki til veg, gøtu og grannamark: 2,5 m.
(2.2.3.2, stk. 1, nr. 1) Vegleiðing

Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 2,4 x fráleikan til grannamark og gøtu, tó sbrt. skjali 1A.

(2.2.3.2, stk.1, nr.2) Vegleiðing

Fráleikakravið er eisini galdandi fyri hevjað tilhalds­støð úti (hevjað meira enn 30 cm yvir natúrligt lendi), garðstovur, uttandura trappur, altanir, roykrør, takterassur og líknandi.

Fráleikin verður máldur vatnrætt frá marki.

Úrslit: