Seinast dagført: 01-01-2017

2.2.3.3 Frítíðarhús í frítíðarhúsaøkjum

Stk. 1 Áseting

Kommunali byggimyndugleikin kann ikki nokta at góðkenna bygningshædd og fráleikaviðurskifti fyri frítíðarhús í frítíðarhúsaøkjum, tá ið treytirnar í nr. 1 til 3 eru loknar.

 

  1. Frítíðarhúsið hevur 1 hædd umframt takhædd.
     
  2. Samlað hædd frá lendi til mønu er í mesta lagi 6,0 m, og útveggur er í mesta lagi 3,0 m.
     
  3. Minsti fráleiki til veg, gøtu og grannamark er 2,5 m.

 

(2.2.3.3, stk. 1) Vegleiðing

Frítíðarhús í frítíðarhúsaøkjum eru hús ætlað til frítíðarbrúk, og eru harvið ikki í nýtslu alt árið.

Er verandi bygging í umráðnum sum heild gjørt á annan hátt, tá hugsað verður um hædd á ­bygging og nýtslu av takhæddini, og harvið ikki fylgir ásetingunum í stk. 1, nr. 1-3, kann nýggj bygging gerast sbrt. eini heildarmeting í kap. 2.3, hetta fyri at fáa ta nýggju byggingina at hóska til sermerkið við umráðnum.

(2.2.3.3, stk. 1, nr. 3) Vegleiðing

Fráleikakravið er eisini galdandi fyri hevjað tilhalds­støð úti (hevjað meira enn 30 cm yvir natúrligt lendi), garðstovur, uttandura trappur, altanir, roykrør, takterassur og líknandi.

Úrslit: