Seinast dagført: 01-01-2017

2.2.3.5 Smáir bygningar á í mesta lagi 10 m2

Stk. 1 Áseting

Ásetingarnar í kap. 2.2.3.5 eru bert galdandi fyri smáar bygningar á í mesta lagi 10 m². Tó verður eisini víst til kap. 2.2.3.4, stk. 2, nr. 2.

Stk. 2 Áseting

Upp til 2 smáir bygningar kunnu gerast á hvønn matrikul, um treytirnar í nr. 1-3 eru loknar:

  1. Víddin á tí einstaka bygninginum má í mesta lagi vera 10 m².
     
  2. Fráleikin til aðrar bygningar á sama matrikli skal vera í minsta lagi 2,5 m.
     
  3. Eingin partur av útveggjum ella tekju má vera hægri enn 2,5 m yvir planeringshædd.

Stk. 3 Áseting

Smáir bygningar í frítíðarhúsaøkjum mugu ikki setast nærri grannamarki, vegi ella gøtu enn 2,5m, og skulu lúka ásetingarnar í stk. 2, nr. 1-3.

Úrslit: