Seinast dagført: 01-01-2017

8.2 Útbúnaður til hita, køling og heitt vatn

Stk. 1 Áseting

Hitaútbúnaður skal gerast á tryggan hátt við atliti at trygd, orku og inniluft.

(8.2, stk. 1) Vegleiðing

Hitaútbúnaður er útbúnaður at hita bygningin upp við og kann t.d. vera oljufýrur, sólhitaútbúnaður, dagsljósfangarar o.s.fr.

Stk. 2 Áseting

Hita- og køliútbúnaður skal dimensjónerast, gerast, stillast og avhendast, sum ávíst í “DS 469, Varme- og køleanlæg i bygninger”.

(8.2, stk. 2) Vegleiðing

“DS 469, Varme- og køleanlæg i bygninger” fevnir um øll sløg av hita- og køliútbúnaði, sum hava til endamáls at veita rúmum, bygningum og annars tilknýttum skipanum hita ella køling. Hitamiðilin kann sostatt t.d. vera vatn, luft ella el.

Stk. 3 Áseting

Nýtsluvatnsskipan skal gerast soleiðis, at vandin fyri gróðri av legionellabakterium avmarkast mest møguligt.

(8.2, stk. 3) Vegleiðing

Fyri at avmarka vandan fyri gróðri av legionella­bakterium í heita vatninum mest møguligt, eiga tiltøk at gerast fyri at forða hesum, t.d. við at vatnið kann hitast nóg nógv sbrt. “DS 439, Norm for vand­installationer”.

Stk. 4 Áseting

Ringrásarpumpur í hita-, heittvatns-, jørðhita- og køliútbúnaði skulu lúka krøvini í “EU-forordning nr. 641/2009/EF”.

Úrslit: