Seinast dagført: 01-01-2017

3.4.1 Alment

Stk. 1 Áseting

Í tann mun bygningar kunnu javnsetast við bústaðarbygningar, eru ásetingarnar í kap. 3.3 um innrætting av bústøðum galdandi.
Ásetingarnar í kap. 3.3 eru eisini galdandi, um kommunali byggimyndugleikin metir, at tær eru í samsvari við tey krøv, sum skulu lúkast við atliti at nýtsluni av bygninginum.

(3.4.1, stk. 1) Vegleiðing

Bygningar, har nýtslan kann javnsetast við bústaðir, skulu í fyrstu atløgu viðgerast sum bústaðir. Serlig viðurskifti eru galdandi fyri t.d. skúlar og stovnar, sum eisini eru arbeiðspláss, og tí eisini skulu lúka krøvini fyri innrætting av arbeiðsplássum eitt nú krøv og vegleiðingar frá Arbeiðseftirlitinum.
 

Stk. 2 Áseting

Í bygningum, har arbeiðspláss verða innrættað, ið eru fevnd av ásetingunum í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi, skulu arbeiðsrúm innrættast í samsvari við krøvini í kap. 3.4.2, Arbeiðsrúm, kap. 3.4.3, Starvsfólkakøkar, kap. 3.4.4, Vesirúm og kap. 3.4.5, Baðirúm og skiftirúm.

Arbeiðsplássið skal harumframt lúka krøvini, sum eru ásett í kunngerð um innrætting av føstum arbeiðsplássum.

(3.4.1, stk. 2) Vegleiðing

Kunngerð um innrætting av føstum arbeiðs­plássum er givin við heimild í løgtingslóg um arbeiðs­umhvørvi. Saman við kunngerðini hevur Arbeiðs­eftirlitið fleiri vegleiðingar, sum somuleiðis verður víst til.

Vælferðarfyriskipanir eiga ikki at vera til taks fyri onnur enn starvsfólk.

Stk. 3 Áseting

Í alistøðum, ali- og rakstrarbygningum hjá landbúnaðinum, har arbeiðspláss verða innrættað, sum eru fevnd av løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi, skal arbeiðsplássið innrættast í samsvari við kunngerð um innrætting av føstum arbeiðsplássum.

Stk. 4 Áseting

Bygningar, sum ikki eru fevndir av ásetingunum í kap. 3.3 ella kap. 3.4.1, stk. 1-3, skulu innrættast í samsvari við tey trygdar- og heilsuligu krøv, sum kommunali byggimyndugleikin í hvørjum einstøkum føri setur til innrætting av ­bygningunum.

Stk. 5 Áseting

Á teimum hæddum í einum bygningi, har innrættað verða vesirúm, sum eru alment atkomulig ella eru til nýtslu hjá øðrum enn starvsfólki í bygninginum, skal í minsta lagi eitt av hesum vesirúmum lúka krøvini í pkt. 1-10.

Í minsta lagi eitt vesirúm, sum er innrættað eftir pkt. 1-10, skal innrættast í atkomuhæddini ella aðrari hædd við atgongd umvegis lyftu o.tíl.

  1. Atgongd uttan hæddarmun skal vera til vesirúmið.
     
  2. Fría hurðaropið inn til vesirúmið skal vera í minsta lagi 0,77 m.
     
  3. Hondvask og vesi skulu setast á hvør sín samankomandi vegg, so at persónur, sum situr á vesikummuni, kann røkka yvir til hondvaskið.
     
  4. Eitt frítt øki, sum er í minsta lagi 0,9 m breitt og uttan innbúgv á gólvi ella veggjum, skal vera á tí síðuni av vesikummuni, sum vendur burtur frá hondvaskinum.
     
  5. Eitt frítt øki við tvørmáti á í minsta lagi 1,5 m skal vera framman fyri vaskið, vesikummu og hurð.
     
  6. Vesikummusætið skal vera 0,48 m upp frá gólvinum.
     
  7. Flytiligir armstuðlar skulu vera 0,8 m upp frá gólvinum báðumegin við vesikummuna.
     
  8. Hondvask skal vera 0,8 m upp frá gólvinum. Frárenningin undir vaskinum skal ikki tarna nýtsluni.
     
  9. Undirkantur á spegli skal vera í mesta lagi 0,9 m upp frá gólvinum.
     
  10. Hurðin inn á vesið skal lættliga kunna latast upp og aftur.
(3.4.1, stk. 5) Vegleiðing

Innrætting av vesum til rørslutarnað eigur at gerast sbrt. vegleiðingunum lýstar í atkomu minnislistanum hjá SBi, „Tjekliste for vesi-rum“, sum er at finna á, www.sbi.dk/tilgaengelighed/tjeklister.

Á næstu síðu sæst dømi um innrætting av vesirúmi til rørslutarnað.

 

1. Rusk  2. Spegil, hædd 0,9–1,9 m 3. Sápuílat 0,9 –1,2 m 4. Blandingslagið kann ­handfarast við afturlatnari hond 5. Pappír 0,9–1,2 m 6. Vask við flatum botni, hædd 0,8 m Frárenslið dragað aftureftir 7. Vesipappír á armstyttu 8. Armstytta, ið legst saman, hædd 0,8 m 9. Høgt vesi 0,48m 10. 1,5 x 1,5 m frítt pláss framman fyri vesið og vaskið  11. 0,9 m frítt pláss við síðuna av vesinum.

Í sambandi við alment atkomuligar bygningar eigur talið av vesum at gerast við atliti at samlaða talinum av fólkum, sum nýta bygningin. Somuleiðis eigur fyrilit at takast fyri, hvat virksemi er í bygninginum.

Sum vegleiðing kann talvan niðanfyri nýtast, tá talan er um matstovur, ítróttarhallir o.tíl.:

Stk. 6 Áseting

Við umbygging skal vesirúm, sum er fevnt av stk. 5, innrættast soleiðis, at tað kann nýtast av persónum í koyristóli. Í minsta lagi eitt vesirúm til fólk í koyristóli skal innrættast í atkomuhædd ella í aðrari hædd, sum hevur atgongd umvegis lyftu o.tíl.

Stk. 7 Áseting

Í alment atkomuligum hølum og støðum við føstum áskoðaraplássum skal vera eitt hóskandi tal av áskoðaraplássum til fólk í koyristóli.

(3.4.1, stk. 7) Vegleiðing

Ásetingin fevnir um konsertsalir, biografar, leikhús, kirkjur, ítróttastøð o.tíl., har føst áskoðarapláss eru sett upp.

Áskoðarapláss til fólk í koyristóli eiga at vera javnt býtt millum øll hini áskoðaraplássini og við møguleika fyri at sita saman við fylgjara. Tað skulu tó ongantíð vera færri enn tvey pláss til koyristólsbrúkarar.

Eitt hóskandi tal er umleið 1 % av øllum áskoðaraplássunum. Sum vegleiðing kann talvan niðanfyri nýtast, tá minsta talið av áskoðaraplássum til ­koyristólsbrúkarar verður sett:

Úrslit: