Seinast dagført: 01-01-2017

3.6 Hotell o.a.

Stk. 1 Áseting

Á hotellum, gistingarhúsum og líknandi ­bygningum skal í minsta lagi 5. hvørt seingjarpláss við egnum vesi- og baðirúmi vera nýtiligt hjá fólki í koyristóli sbrt. kap. 3.3.2, stk. 1.

(3.6, stk. 1) Vegleiðing

Innrætting av vesi- og baðirúmum fyri rørslutarnað er lýst í ”SBi-anvisning 222, Tilgængelige boliger”.

Stk. 2 Áseting

Í bygningum, sbrt. stk. 1, við 10-20 seingjar­plássum skulu innrættast í minsta lagi 2 seingjarpláss við egnum vesi- og baðihent­leikum, sum eru fult atkomulig hjá fólki í koyristóli.

(3.6, stk. 2) Vegleiðing

Við seingjarpláss skilst ein song, sum stendur á gólvinum. Uppreiðingar, sovisofur og koyggju­sengur verða ikki roknaðar sum seingjarpláss. Sengur, sum eru 140 cm breiðar, verða roknaðar sum dupultsengur.

Seingjarpláss við egnum vesi- og baðirúmi til rørslutarnað verður lýst í atkomu minnislistanum hjá SBi, ”Tjekliste for sengepladser med egne wc- og badefaciliteter i hoteller m.v”, sum er at finna á www.sbi.dk/tilgaengelighed/tjeklister.

Innrætting av atkomuligum seingjarplássum við ­egnum vesi- og baðirúmi skal lúka krøvini í kap. 3.4.1, stk. 5, umframt niðanfyri nevndu krøv:

  • Atgongd uttan hæddarmun skal vera til kamarið og til vesi- og baðirúmið.
     
  • Møguleiki skal vera fyri at koma runt í kamarinum við koyristóli. Eitt frítt øki við tvørmáti á 1,5 m skal vera við síðurnar av songini og framman fyri hurðini, leyst av økinum, har hurðin gongur. Hetta er galdandi fyri hurðar bæði til kømur við seingjar­plássum og tilhoyrandi vesi- og baðirúm.
     
  • Baðistólur, sum kann stillast í hædd, skal vera til taks. Ella skal annar møguleiki vera, sum tryggjar, at fólk í koyristóli kunnu nýta baðihentleikarnar.
     
  • Møguligur kantur millum gólvið í baðirúmi og brúsuna skal í mesta lagi vera 25 mm. Sí eisini kap. 4.6, stk. 5 um vátrúm.

 

 

 

Stk. 3 Áseting

Í bygningum, sbrt. stk. 1, við 21-40 seingjar­plássum skulu innrættast í minsta lagi 4 seingjarpláss við egnum vesi- og baðihent­leikum, sum eru fult atkomulig hjá fólki í koyristóli.

(3.6, stk. 3) Vegleiðing

Víst verður til stk. 2.

Stk. 4 Áseting

Í bygningum, sbrt. stk. 1, við meira enn 40 seingjarplássum skulu fyri hvørji 20 seingjarpláss, sum koma afturat, innrættast í minsta lagi eitt seingjarpláss við egnum vesi- og baðihentleikum, sum er fult atkomuligt hjá fólki í koyristóli.
Bygningar, innrættaðir við í minsta lagi 10 seingjarplássum við egnum vesi- og baðihent­leikum, sum eru fult atkomulig fyri fólk í koyristóli, skulu lúka krøvini í stk. 1-3, sama hvat talið av seingjarplássum annars er.

(3.6, stk. 4) Vegleiðing

Talið av fult atkomuligum seingjarplássum við egnum vesi- og baðihentleikum verður ásett sbrt. talvuni niðanfyri:

Stk. 5 Áseting

Altanir við atkomu frá rúmum, sum eru nevnd í stk. 1, skulu gerast soleiðis, at fólk í koyristóli kunnu nýta tær.

Úrslit: