Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur sett eina bygginevnd, sum hevur fingið til uppgávu at gera eitt tilmæli til bygging av einum heimi, ið fevnir um 5-8 búpláss til eldri borgarar við sálarsjúku. Í fyrstu atløgu verður hugsað um tey búfólk, sum eru flutt av P50 á Landssjúkrahúsinum inn á Eirargarð 14. Sum frálíður skal bygningurin kunna rúma øðrum borgarum við sálarsjúku. Staðsetingin er við Heygsvegin í Tórshavn, og samlaða byggiøkið er umleið 2.400 fermetrar.
Bygningsánari: Almannamálaráðið
Brúkari: Almannaverkið
Byggiharri: Landsverk
Høvuðsráðgevi: Ikki valdur
Høvuðsarbeiðstakari: Ikki valdur
Tíðarætlan: Ikki ásett enn
Kostnaðarætlan: 9,5 mió. kr.