Elduvíkarleiðin



Elduvíkarleiðin er ein 8 km long leið á eystursíðuni á Eysturoynni. Hendan leiðin er knýtt at Funningsleiðini, og er ein partur av Sóljuleiðunum norðanfyri á Eysturoynni.

Á leiðini verður tann ferðandi leiddur gjøgnum trý ymisk landlagsrúm, sum hvør í sær hava okkurt vakurt at bjóða tí ferðandi. Í fyrsta landslagsrúminum liggur leiðin á fjallasíðuni við Funningsfjørðinum til vinstru og við Dalkinsfjalli til høgru. Leiðin gongur síðani runt um fjallið við útsýni norðureftir. Leiðin endar niðri í Elduvík. Bygdin er ein vøkur føroysk bygd, sum liggur niðri í einum dali í eini vík við útsýni yvir fjørðin og á oyggjarnar norðanfyri.

Vegurin til Elduvíkar er ein 4 m breiður einbreytaður vegur, sum er sera vánaligur í støðum. Hann er óslættur, tí asfaltið er slitið, og nógv stór hol eru í asfaltinum.
 


Vegøksl: Eingin vegøksl er á vegnum.
 

Víkipláss: Fleiri víkipláss eru fram við vegnum.
 

Vegristir: Fýra vegristir í hampiligum standi eru á vegnum.
 

Asfalti: Ein stórur partur av vegnum er í sera ringum standi, og eigur at verða asfalteraður skjótast tilber.
 


Parkeringspláss og dvalarvikar: Dvalarvikin á eggini á Elduvíkarleiðini er ein rættiliga fullfíggjaður dvalarviki, við parkering, ruskspannum og plássið til at uppihalda sær á. Herfrá sæst m.a. Slættaratindur, sum er hægsta fjall í Føroyum.
Ein trupulleiki við dvalarvikanum er tó, at vatn samlar seg í helluni undir steinunum, so økið er ofta sera vátt.
 


Bilverja:. Bilverjan er í hampiligum standi.
 

Seinast dagført:07.02.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: