Skálafjørður -Undir Gøtueiði

Núverandi støða

Vegateinurin er úr Skálafirði til bygdina undir Gøtueiði. Teinurin er um 5 km langur við hámarksferðini 80 km/t. 

Ferðslutøl úr ferðslumodellinum vísa, at í 2019 er ársmiðalferðslan á teininum 5.700 bilar.

Tá Eysturoyartunnilin letur upp, verður mett, at ferðslan fer niður í eina helvt til 2.800 bilar um samdøgrið. Tá ein møguligur Gøtudalstunnil er gjørdur, minkar ferðslan niður í 1.200 bilar um samdøgrið. 

Ætlaða vegabreiddin á hesum teini er 2 x 3,25 m vegur við vegøksl á báðum síðum.

Í 2016 var 1 km av vegateininum dagførdur. Vegurin varð rættaður upp, vegakslar gjørdar, bilverja sett upp, trygdarveit gjørd, og vegateinurin asfalteraður. 

Tann parturin, sum eftir er at dagføra, er umleið 3,2 km langur. Vegurin er í fleiri støðum ov smalur sambært verandi normi. Har vegurin er nóg breiður, mangla bæði trygdarveit og vegakslar.

Tilmæld loysn

Teir manglandi 3,2 km av vegi verða dagførdir. Her er serliga talan um vegakslar, soleiðis at til ber at seta bilverju fram við vegnum, samstundis sum vegurin eigur at verða asfalteraður.

Kostnaðarmeting 2019

Frákoyringarbreytir við Lambareiði:
700.000 krónur.


Ferðslutrygdarætlan:
250.000 krónur.

Avleiddar verkætlanir

Eingin avleidd verkætlan.

Samvirkan við aðrar verkætlanir

Um grót frá Gøtudalstunlinum verður nýtt, kann 1/6 sparast í sambandi við gerð av verklagnum. Hetta er tó treytað av, at Gøtudalstunnilin og víðkanin av vegnum verða gjørd samstundis, soleiðis at tilfar ikki skal leggjast á goymslu.

 

Seinast dagført:07.07.2019

Samferðsluætlanin er eitt samstarv millum Landsverk, Strandfaraskip Landins
og Samferðslumálaráðið.

Úrslit: